Sjálvgreiðslan

Endurnýtsla og burðardygd

Hugsjónin í Fjølsmiðjuni er at gagnnýta okkara tilfeingi og hava fyrilit fyri umhvørvinum. Vit leggja dent á endurnýtslu og at brúka tað, sum vit hava. Nógv av tí, sum verður tveitt burtur, ber væl til at fáa til høldar og brúka í nýggjum og øðrvísi hami.

Hetta er galdandi, bæði tá ið tað snýr seg um timburbreytina, kreativu breyt og virksemið á kost- og køksbreytini.