Sjálvgreiðslan

Breytirnar

Í Fjølsmiðjuni eru tríggjar breytir:

  • kreativa breytin
  • køks- og kostbreytin
  • timburbreytin

Hóast talan er um tríggjar ymiskar breytir, arbeiða breytirnar javnan saman um felags verkætlanir.

Breytirnar framleiða ymiskt, sum tørvur er á, men sum tó ikki er í kapping við verandi vinnuvirksemi í landinum.

ALS leggur dent á, at starvsfólkini í Fjølsmiðjuni eru yrkisliga væl fyri – at tey hava útbúgving og serligar førleikar á sínum øki. Haraftrat skulu tey duga at lurta, geva íblástur og ráðgeva.

Kreativa breytin

Á kreativu breytini arbeiða vit við nógvum ymiskum handverki. Eitt nú virka ull, prenta plantur á ymiskan hátt, brodera, seyma, binda bøkur inn, arbeiða við leðri/skinni og fiskaskræðu og at knýta (macramé).

Í Føroyum hava vit eina rúgvu av spennandi tilfeingi og tilfari, og hetta brúka vit til at virka lutir, pløgg, húsbúnað, listaverk o.a. burturúr.

Vit leggja til dømis stóran dent á at gagnnýta føroysku ullina. Luttakararnir fáa høvi at royna ymiskar arbeiðshættir við ull, m.a. spinna, tøva og veva.

Køks- og kostbreytin

Á køks- og kostbreytini arbeiða vit við kosti og matgerð í víðari merking. Vit taka støði í rávørum, siðvenju og matmentan, ið vit hava í Føroyum, men leggja dent á nýhugsan.

Her fært tú íblástur til lætta og vælsmakkandi matgerð í gerandisdegnum. Maturin er sunnur og burðardyggur, tað vil siga, at vit hava fyrilit fyri náttúru, menniskjum og umhvørvi.

Her er nakað av tí, vit arbeiða við á køks- og kostbreytini:

  • Reinføri, atlit og rávørur
  • Fólkaheilsa, føðsluvirði og orkutættleiki
  • Konservering og fermentering
  • Tilvitan í kostmeldrinum og keldukritikkur
  • Kost- og matsøga

Á køks- og kostbreytini fært tú eisini møguleika at matgera uttandura. Javnan fara vit túrar út í náttúruna, har vit gera mat og njóta umhvørvið, frísku luftina og sosialu samveruna.

Timburbreytin

Timburbreytin gevur tær møguleika at menna handaligu og kreativu gávurnar.

Á breytini arbeiða vit í stóran mun við endurnýtslutilfari, sum vit savna ymsastaðni. Tað kunnu vera møblar, timbur og annað, sum fólk blaka burtur. Vit kunna okkum um tilfarið, meta um, hvat kann fáast burturúr, rigga til og arbeiða saman um at menna tað til lutir.

Á Timburbreytini hava vit m.a  gjørt eplakassar, umvælt eina smáttu og sniðskapað stólar, borð og beinkir. Vit leggja dent á, at tað, sum Timburbreytin framleiðir, skal kunna vera til gagns og íblástur hjá øðrum.

Instagram
Vitja okkum á Instagram, har tú kanst síggja myndir av okkara virksemi.