Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
KT-mennari
Dulnevnd fráboðan
Um ALS



KT-mennari til ALS

KT hevur alsamt størri týdning fyri virksemið hjá ALS, tískil søkja vit eftir einum KT-mennara.

UM STARVIÐ
KT-menningartoymið hjá ALS hevur ábyrgd av menning, viðlíkhaldi og rakstri av innanhýsis skipanum, so sum fakskipanum, sjálvgreiðslum og ymiskum samkoyringum. Starvið fevnir um menning, íverksetan og rakstur av hesum skipanum.

Tú kemur m.a. at arbeiða við Scala (JVM), Event Sourcing, CQRS, SQL, Linux, Docker og OSS. Vit leggja stó́ran dent á at nýta framkomna tøkni til menning og rakstur av okkara kervi.

Gott handverk hevur stóran týdning, og við áhaldandi førleikamenning tryggja vit, at ein skilagóður leistur verður nýttur í okkara arbeiði og kervi.

UM TEG
Tú hevur viðkomandi útbúgving innan kunningartøkni – tað kann vera bachelor ella kandidat útbúgving í kunningartøkni ella líknandi. Nýútbúgvin og tey, ið skjótt verða liðug við sína útbúgving, eru vælkomin at søkja.

Tú hevur virkisanda og sær virði í áhaldandi at menna teg við nýggjari vitan og nýggjum førleikum innan yrkisøkið.

Tú hevur royndir við, ella áhuga í at læra, funktionella forritan, command-line og *nix tooling.

Tað er ein fyrimunur, um tú kennir til DevOps og Kubernetes.

Tær dámar at arbeiða við fjølbroyttum og avbjóðandi uppgávum.

Tað er ein fyrimunur, um tú kann vísa okkum á tíni íkast til open-source verkætlanir.

SETANARTREYTIR
Starvið verður at seta skjótast til ber, men vit eru sinnað at bíða eftir rætta starvsfelaganum. Talan er um fast starv og fulla tíð. Lønin verður sambært avtalu.

UMSÓKN
Send umsóknina við telduposti til Biritu Hansen, HR-mennara, á birita@als.fo í seinasta lagi mánadagin 18. februar kl. 12.00

SPURNINGAR
Hevur tú spurningar um starvið, ber til at ringja til Høgna Olsen, deildarleiðara, á tel. 299501 ella senda ein teldupost til hognio@als.fo.

Heinta lýsingina sum pdf her