Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Útgjaldskunngerðin (gomul)
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
KUNNGERÐ
um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli

Við heimild í § 14, stk. 2, 3 og 4 og § 16, stk. 3 og 4, § 18, § 19, § 24 og § 25 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 8. mai 2012, verður ásett:

Rætt til útgjald

§ 1. Rætt til arbeiðsloysisstuðul hevur persónur frá tí degi, tá viðkomandi: 
  1. er arbeiðsleysur og mótvegis Arbeiðsloysisskipanini prógvar, at so er, tó í fyrsta lagi frá tí degi Arbeiðsloysisskipanin hevur móttikið skrivliga umsókn,
  2. er tøkur á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsførur at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv, 
  3. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
  4. hevur bústað í Føroyum og
  5. ikki er sjálvstøðugt vinnurekandi sambært § 12 í
    ALS-lógini.

§ 2. Arbeiðsleysur er tann, sum ikki hevur setanarligt tilknýti til nakran arbeiðsgevara, sí tó § 12.

Tøkur

§ 3.
Tøkur á arbeiðsmarknaðinum er tann, sum:

  1. er sinnaður at átaka sær eitt og hvørt arbeiði, ávíst av Arbeiðsloysisskipanini, og sum viðkomandi hevur fakligan førleika til, sbr. §§ 4 og 5,
  2. seinast dagin eftir, um eitt arbeiði verður ávíst, kann byrja hetta arbeiði til ásetta tíð,
  3. er skrásettur í arbeiðsávísingini á tann hátt og við teimum upplýsingum, sum Arbeiðsloysisskipanin
    krevur,
  4. í rímiligan mun er arbeiðssøkjandi, og eftir umbøn frá Arbeiðsloysisskipanini kann prógva, at viðkomandi søkir arbeiði, sum eru leys at søkja,
  5. seinast dagin eftir, um boð verða givin um hetta, kann møta hjá Arbeiðsloysisskipanini til ásetta tíð,
  6. váttar arbeiðsloysi sambært § 9,
  7. ikki kemur undir ásetingarnar í § 12, stk. 4 og 5,
  8. ikki er undir útbúgving í vanligari arbeiðstíð, sí tó § 6, og
  9. er í Føroyum, sí tó § 13.

Stk. 2. Tann, sum hevur rætt til niðanfyri standandi veitingar, er ikki tøkur á arbeiðsmarknaðinum:

  1. barnsburðarfarloyvi sambært løgtingslóg um barsilsskipan,
  2. sjúkradagpening sambært løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.,
  3. lestrarstuðul sambært løgtingslóg um lestrarrstuðul,
  4. fyritíðarpensjón sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., tó undantikið persónar við lægstu og miðal fyritíðarpensjón, sum lúka treytirnar í § 4, ella
  5. samsýning sambært løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima.

§ 4. Arbeiðsførur er tann, sum uttan avmarkingar kann átaka sær eitt og hvørt fulltíðarstarv, sum viðkomandi hevur fakligan førleika til. Avgerð um fakligan før- leika verður tikin av Arbeiðsloysisskipanini ella tí arbeiðsgevara, sum gevur arbeiðstilboðið.
Stk. 2. Arbeiðsleys kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul uttan at vera arbeiðsfør sambært stk. 1, um avmarkingin í arbeiðsførleikanum verður staðfest við læknaváttan, ið lýkur treytirnar, sum Arbeiðsloysisskipanin ásetur.

§ 5. Í sambandi við arbeiðsávísing hevur tann ar- beiðsleysi skyldu til at átaka sær eitt og hvørt arbeiði í Føroyum.
Stk. 2. Arbeiðstilboð til tann arbeiðsleysa kann verða givið av bæði ALS ella arbeiðsgevara.
Stk. 3. Arbeiðstilboð skal í fyrsta umfari ávísast so nær bústaðnum hjá tí arbeiðsleysa sum møguligt.
Stk. 4. Undantak frá stk. 1 kann verða givið, um tann arbeiðsleysi hevur heilt serligar orsøkir til ikki at taka av tí ávísta arbeiðstilboðnum. Serligar orsøkir kunnu eitt nú vera:

  1. at lønin fyri ávísta arbeiðið er lægri enn sáttmálalønin fyri slíkt arbeiði,
  2. at daglig ferðing til og frá arbeiði ikki er møgulig, og bústaðarviðurskiftini á staðnum, har arbeiðið er, eru sera vánalig, ella
  3. um talan er um sera vánaligar ferðamøguleikar til og frá arbeiði, og viðkomandi stendur einsamallur við ábyrgdini av børnum í og undir skúlaaldur.

Stk. 5. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk noktar at taka á seg arbeiði, ávíst av arbeiðsávísingini, missir rættin til arbeiðsloysisstuðul. Fyrstu ferð tann arbeiðsleysi noktar, sum nevnt í pkt. 1, missir hann rættin til arbeiðsloysisstuðul í 4 vikur, aðru ferð í 8 vikur, triðju ferð í 12 vikur og fjórðu ferð í 6 mánaðir at rokna frá degnum eftir, at fráboðanin um arbeiðstilboðið má roknast við at vera móttikin av tí arbeiðsleysa.
Stk. 6. Um arbeiðsleysur uttan serliga orsøk ikki møtir upp til skeiðstilboð, sum hann hevur fingið bjóðað frá Arbeiðsloysisskipanini og hevur tikið av, hevur viðkomandi skyldu at endurrinda Arbeiðsloysisskipanini útreiðslurnar, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur havt til skeiðið. Í tann mun tað ber til, er heimilað Arbeiðsloysisskipanini at mótrokna hesar útreiðslur í arbeiðsloysisstuðuli til viðkomandi.
Stk. 7. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk aðru ferð ikki møtir upp til skeiðstilboð, sum viðkomandi hevur fingið bjóðað frá Arbeiðsloysisskipanini og hevur tikið av, missir, umframt at endurrinda Arbeiðsloysisskipanini skeiðskostnaðin sambært stk. 1, rættin til arbeiðsloysisstuðul í fýra vikur at rokna frá degnum eftir, at Arbeiðsloysisskipanin fær kunnleika til, at viðkomandi ikki møtti upp.

§ 6. Arbeiðsleys kunnu við loyvi frá Arbeiðsloysisskipanini, í styttri tíðarskeið upp til 3 mánaðir í hvørjum álmanakkaári, luttaka í førleikagevandi tiltøkum ella líknandi uttan at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum, sbr. § 3 og samstundis fáa arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Loyvi sambært stk. 1 er treytað av, at útbúgvingarskeið ella líknandi er góðkent av ALS og styrkir møguleikar hins arbeiðsleysa at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin, tí kunnleika- og førleikastøði hjá viðkomandi verður ment.

Bíðidagar

§ 7. Arbeiðsloysisstuðul verður ikki goldin, fyrr enn 10 bíðidagar eru farnir. Bíðidagar verða roknaðir fá tí degi setanarliga tilknýtið er av. Stk. 2. Bíðidagar verða roknaðir av nýggjum, um tann arbeiðsleysi missir rættin til stuðul eftir § 12, stk. 4 ella stk. 5 í hesi kunngerð.
Stk. 3. Bíðidagar verða ikki roknaðir av nýggjum, um tann arbeiðsleysi kemur innaftur í skipanina eftir at hava verið úr skipanini, uttan at hava havt tilknýti til arbeiðsgevara, t.d., um viðkomandi fór úr skipanini, orsakað av frítíð, sjúku, barnsburðarfarloyvi, skúla, ella líknandi.

Umsókn

§ 8. Tann arbeiðsleysi skal lata Arbeiðsloysisskipanini skrivliga umsókn um arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Umsóknin skal innihalda fráboðan um, at viðkomandi er arbeiðsleysur, og tann arbeiðsleysi skal prógva at so er, t.d. við: 

  1. uppsøgn frá arbeiðsgevara, har tilskilað verður, nær setanartilknýtið er av,
  2. uppsøgn til arbeiðsgevara, sum Arbeiðsloysisskipanin kann biðja arbeiðsgevaran vátta, 
  3. í serligum førum aðrari próvførslu, sum eftir meting Arbeiðsloysisskipaninnar kann nýtast til at staðfesta, at viðkomandi eftir galdandi reglum millum viðkomandi og arbeiðsgevaran, er leysur av sínum arbeiði vegna munandi mishald frá arbeiðsgevarans síðu, 
  4. váttan frá Fiskavirkisskipanini um, at viðkomandi ikki hevur verið í arbeiði á fiskavirki tilknýtt Fiskavirkisskipanini í minst 4 samanhangandi vikur vegna rávørutrot.

Stk. 3. Harumframt skal tann arbeiðsleysi geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir neyðugar fyri at veita arbeiðsloysisstuðul og arbeiðsávísing. Hesar upplýsingar skulu gevast á serligt umsóknarblað.
Stk. 4. Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður frá tí degi, tann arbeiðsleysi letur Arbeiðsloysisskipanini umsókn um arbeiðsloysisstuðul við teimum kravdu upplýsingunum sambært stk. 2-3, tó treytað av, at reglurnar annars sambært ALS-lógini eru loknar, herundir at bíðidagar og karantenur eru loknar.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann loyva tí arbeiðsleysa við eini 14 daga freist at útvega kravdu upplýsingarnar sambært stk. 2-3. Um upplýsingarnar ikki eru Arbeiðsloysisskipanini í hendi innan ásettu freistina, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1 burtur.
Stk. 6. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini sambært stk. 5.

Váttan av arbeiðsloysi

§ 9.
Áðrenn arbeiðsloysistuðulin verður útgoldin, skal tann arbeiðsleysi vátta framhaldandi at vera tøkur og vátta arbeiðsloysi fyri tað útgjaldsskeið, sum viðvíkur arbeiðsloysisstuðlinum.
Stk. 2. Arbeiðsloysi skal váttast í ALS-vikuni, sum er ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Um arbeiðsloysi ikki verður váttað rættstundis, missir tann arbeiðsleysi arbeiðsloysisstuðulin tað talið av døgum við útgjaldsrætti, sum arbeiðsloysi er váttað ov seint, í tí útgjaldsskeiðnum, váttanin viðvíkur.
Stk. 3. Arbeiðsloysi skal ikki váttast fyri: 

  1. bíðidagar sambært § 16 a í ALS-lógini,
  2. dagar, sum tann arbeiðsleysi missir rættin til arbeiðsloysisstuðul sambært §§ 18 og 19 í ALS-lógini,
  3. dagar, sum tann arbeiðsleysi heldur frí sambært § 7, ella
  4. dagar, sum tann arbeiðsleysi sleppur undan at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum sambært § 6. Stk. 4. Í serligum førum kunnu arbeiðsleys, sum luttaka í førleikagevandi tiltøkum sambært § 25 í ALS-lógini, sleppa undan at vátta arbeiðsloysi. Stk. 5. Um arbeiðsleys sambært stk. 3, nr. 3 og 4 vinna A-inntøku sambært § 12, skal hon upplýsast í sambandi við at arbeiðsloysi verður váttað fyri tey skeið, A-inntøkan er vunnin. Sama er galdandi fyri tey, ið annars eru undantikin fyri at vátta arbeiðsloysi í sambandi við førleikagevandi tiltøk.

§ 10. Í sambandi við váttan av arbeiðsloysi, skal tann arbeiðsleysi geva upplýsingar, sum Arbeiðs- loysisskipanin metir neyðugar fyri at útgjalda arbeiðsloysisstuðul, her uppií upplýsingar um arbeiddar tímar og vunna A-inntøku í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 2. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at rættleikin av upplýsingunum í sambandi við váttan av arbeiðsloysi skal váttast av tí ella teimum arbeiðs- gevarum, sum tann arbeiðsleysi hevur arbeitt hjá í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 3. Arbeiðsloysi skal váttast av tí arbeiðsleysa sjálvum, brúkaranavn og loyniorð eru persónlig og mugu ikki latast øðrum.

Útgjald av arbeiðsloysisstuðli

§ 11. Arbeiðsloysisstuðulin verður sambært § 16 í ALS-lógini goldin fyri allar dagar í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum (dagar við útgjaldsrætti).
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin eftir hvørt útgjaldsskeið ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 10 útgjaldsdagar.
Stk. 3. Arbeiðsloysisstuðulin verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur tí arbeiðsleysa eftir hvørt útgjaldsskeið við tí freist, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

Onnur inntøka

§ 12. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur eftir stk. 2 ella 3 við øllum øðrum A-inntøkum - íroknað frítíðarløn, undantikið arbeiðsloysisstuðlinum og A-inntøkum, sum eru undantiknar gjaldsskyldu sam- bært § 8 í ALS-lógini, sum tann arbeiðsleysi vinnur í útgjaldsskeiðum, hann fær arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Onnur A-inntøka sambært stk. 1 verður umroknað til tímar, í hesi kunngerð nevndir arbeiðs- tímar, sum arbeiðsloysisstuðul ikki verður goldin fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í útgjaldsskeiðnum, býtt við eini upphædd, sum verður roknað soleiðis: Hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul sambært § 16, stk. 2 í ALS-lógini býtt við 8, faldað við 1,15.
Stk. 3. Um tíðarskeiðið, tann arbeiðsleysi hevur arbeitt í útgjaldsskeiðum, hann fær arbeiðsloysisstuðul, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 2, verður arbeiðsloysisstuðulin, í staðin fyri ásetingarnar eftir stk. 2, ikki goldin fyri arbeidda tíðarskeiðið.
Stk. 4. Um meira enn 25% av arbeiðstímunum sambært stk. 2 ella 3 stava frá sama arbeiðsgevara og hetta arbeiðstímatal í fýra útgjaldsskeið á rað er meira enn 20 tímar í hvørjum útgjaldsskeiði, verður viðkomandi ikki roknaður sum tøkur á arbeiðsmarknaðinum og fær sostatt ongan arbeiðsloysisstuðul, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 8.
Stk. 5. Um tann arbeiðsleysi í fýra útgjaldsskeið á rað ongan arbeiðsloysisstuðul hevur fingið vegna reglurnar í stk. 2 og 3, verður viðkomandi ikki roknaður sum tøkur á arbeiðsmarknaðinum, og fær sostatt ongan arbeiðsloysisstuðul, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 8.

Frítíðarløn - skerjing og endurrindan

§ 13. Arbeiðsleys kunnu uttan at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum í dagatal svarandi til teir dagar, persónur hevur rætt til frítíð eftir løgtingslóg um frítíð við løn, sbr. § 14, stk. 2 í ALS-lógini fáa arbeiðsloysisstuðul, meðan tey eru í feriu, um viðkomandi lýkur hesar treytir:

  1. viðkomandi við minst 7 daga freist, ella eini styttri freist, um Arbeiðsloysisskipanin loyvir hesum, frammanundan skrivliga hevur boðað Arbeiðsloysisskipanini frá, nær frítíðin verður hildin,
  2. frítíðin verður hildin í samanhangandi dagar við tí dagatali, sum er nevnt um frítíðarskeið í løgtingslóg um frítíð við løn, og
  3. fráboðan sambært nr. 1 og 2 er Arbeiðsloysisskipanini í hendi áðrenn arbeiðstilboð verður sent frá Arbeiðsloysisskipanini.

Stk. 2. Arbeiðsleys kunnu í serligum førum og eftir avtalu við Arbeiðsloysisskipanina í eitt dagatal, sum fer út um dagatalið sambært stk. 1, sleppa undan kravinum um at vera tøk, sbr. § 3. Í hesum tíðarskeiði fær viðkomandi ikki arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 3. Dagatalið sambært stk. 1 verður talt við í dagatalið sambært §§ 14, stk. 1 og 22, stk. 1 í ALS- lógini.

§ 14. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn, sum tann arbeiðsleysi fær útgoldna í útgjaldsskeiðum.
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn sambært stk. 1 eftir somu reglum, sum arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við A-inntøkum sambært § 12.
Stk. 3. Tann, ið ikki longur er arbeiðsleysur, kann fáa endurrindaðan arbeiðsloysisstuðul, ið er skerdur eftir stk. 1 og 2, sambært hesum treytum: 

  1. viðkomandi skal sambært løgtingslóg um frítíð við løn hava rætt til frítíð í sama frítíðarári, sum skerjingin er framd fyri. Hildin frítíð sambært § 13, stk. 2 í ALS-lógini, verður mett sum nýtt frítíð,
  2. viðkomandi skal í sama frítíðarári halda frí frá arbeiði sínum og skjalprógva við váttan frá arbeiðsgevara, at so er, umframt hvussu long frítíð- in er, og 
  3. viðkomandi fær í mesta lagi endurrindað tað tímatal, sum arbeiðsloysisstuðul ikki er goldin fyri, við støði í sama útrokningargrundarlagi, sum nýtt er í sambandi við skerjingina.

Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2012. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá 26. november 1999 frá stýrinum fyri ALS um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli, við seinni broytingum.

Vinnumálaráðið, 24. oktober 2012
Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður/Gunnleyg Árnafjall (sign.)