Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Tínir førleikar
Hugsa øðrvísi
Arbeiðsmarknaðurin
Finn leys størv
Ger eitt gott CV
Miðvís umsókn
Sjálvboðin umsókn
Setanarsamrøða
Vegleiðingar
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari

Sjálvboðin umsókn

Hetta er ein umsókn, sum verður send, hóast einki starv er lýst leyst í fyritøkuni.


Hví senda sjálvbodna umsókn?

  • Arbeiðsgevarar kunnu hava tørv á fólki, men hava ikki havt stundir ella hug til at lýsa starvið leyst
  • Tú sleppur frá at vera ein av mongum umsøkjarum. Um tú ikki fært starvið beinanvegin, brúkar arbeiðsgevarin kanska umsóknina seinni.
  • Kanska sigur arbeiðsgevarin øðrum arbeiðsgevarum frá um teg.

Hvussu gert tú?

  • Finn upplýsingar um fyritøkur, til dømis á internetinum, á gulu síðunum, í ársroknskapum og í tínum netverki.
  • Hugsa um, hvørja fyritøku tú hevur hug at senda umsókn til.
  • Tú kanst eisini ringja til arbeiðsgevarar og spyrja, um tað er í lagi, at tú sendir eina sjálvbodna umsókn.
  • Eftir at tú hevur sent umsóknina til fyritøkuna, kanst tú ringja og spyrja, um tú kanst koma og siga frá um teg sjálva/n. Fyrireika teg væl.
  • Tað er ikki vist, at tú fært tilboð um starv beinanvegin, men ger eina avtalu um, hvussu tit kunnu halda sambandið frameftir.