Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Tínir førleikar
Hugsa øðrvísi
Arbeiðsmarknaðurin
Finn leys størv
Ger eitt gott CV
Uppseting
Prógv og váttanir
Tilvísingar
Miðvís umsókn
Setanarsamrøða
Vegleiðingar
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari

Tilvísingar

Nógvir arbeiðsgevarar vilja hava tilvísingar til fyrrverandi arbeiðsgevarar ella onnur. Ein av orsøkunum til at seta seg í samband við tey, ið tú vísir til í umsóknini, er at hava møguleika fyri at vátta tær upplýsingar, sum tú skrivar í tínum CV og í umsóknini.

 

  • Tú eigur at hava tilvísing til í minsta lagi 2 persónar.
  • Tilvísingarnar verða skrivaðar í CV ella í umsóknina, ella verða upplýstar til setanarsamrøðuna.
  • Tilvísingarnar upplýsa navn, starvsheiti og telefonnummar hjá teimum, ið víst verður til.
  • Arbeiðsgevarin setir seg ofta í samband við persónarnar, sum tú hevur víst til, eftir setanarsamrøðuna.
  • Hugsa teg væl um, áðrenn tú gevur einum møguligum arbeiðsgevara tilvísingar. Tað er týdningarmikið, at persónarnir, sum tú vísir til, kenna teg væl og hava eina jaliga fatan av tær.
  • Set teg altíð í samband við persónarnar, tú vísir til, áðrenn tú upplýsir teir ella tær sum tilvísingar. Kunna um, hvat starv tú hevur søkt.
  • Arbeiðsgevarin er aloftast mest áhugaður í tilvísingum, ið hava samband við tína seinastu starvssetan.