Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Tínir førleikar
Hugsa øðrvísi
Arbeiðsmarknaðurin
Finn leys størv
Ger eitt gott CV
Miðvís umsókn
Setanarsamrøða
Vegleiðingar
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari

Fyrireika og tak lut í eini setanarsamrøðu, sum tú ert nøgd/ur við
Her fært tú vegleiðing um, hvussu tú kanst fyrireika teg til eina setanarsamrøðu, sum tú ert boðin til. Minst til, at tá ið tú verður boðin til setanarsamrøðu, metir arbeiðsgevarin, at tú fyribils ert skikkað/ur til starvið!

Fyrireikingar til setanarsamrøðuna

Útvega tær góðan kunnleika til fyritøkuna:

  • Hygg á heimasíðuna hjá fyritøkuni.
  • Kennir tú nakran í fyritøkuni ella sum starvast á hesum øki?
  • Tú kanst eisini ringja til fyritøkuna fyri at fáa upplýsingar

 Les starvslýsingina, umsóknina og CV-ið umaftur, áðrenn tú fert til setanarsamrøðu

 

  • Hugsa væl um, hví tú vilt hava starvið, og hví arbeiðsgevarin eigur at velja teg
  • Hvussu ætlar tú at greiða frá um teg sjálva/n?
  • Hvørjar spurningar kanst tú fáa undir setanarsamrøðuni?
  • Hvussu megnar tú at gera mun í fyritøkuni?
  • Á hvørjum økjum ert tú sterk/ur, og á hvørjum økjum ert tú veik/ur? 

Tá tú skalt til setanarsamrøðu

 

  • Tak við notat, CV, umsókn, prógv og váttanir til samrøðuna.
  • Lat teg í, so at tú kennir teg væl.
  • Møt rættstundis.
  • Minst til, hvar setanarsamrøðan fer fram, og hvør tín kontaktpersónur er.
  • Fast lógvatak og gott eygnasamband er altíð jaligt.

Soleiðis kann ein setanarsamrøða fara fram:

Millum tveir og fimm persónar luttaka – hesi hava sum oftast ymiskar leiklutir í fyritøkuni.

 

Arbeiðsgevarin byrjar við at greiða frá um fyritøkuna og um leysa starvið.

 

Tú sigur frá um teg sjálva/n, og arbeiðsgevarin spyr teg spurningar. Niðanfyri sært tú nakrar av teimum spurningum, ið vanligir eru at seta til eina setanarsamrøðu. Tú kanst fáa aðrar spurningar, og tað er heldur ikki vist, at tú fært allar hesar spurningarnar. Undan setanarsamrøðuni eigur tú at hugsa um, hvussu tú svarar hesum spurningum.

 

  • Hví søkti tú hetta starvið?
  • Hvørjum hevur tú arbeitt við fyrr?
  • Hví helt tú uppat í tínum fyrrverandi arbeiði?
  • Hvørja styrki hevur tú í eini arbeiðsstøðu?
  • Hvat gjørdi tú tað tíðarskeiðið, tá ið hol er í CV-num?
  • Verður tú lættliga strongd/ur? Hvat heldur tú um at arbeiða undir tíðartrýsti?
  • Dámar tær at hava sama slag av arbeiðsuppgávum alla tíðina, ella vilt tú, at arbeiðsuppgávurnar broytast?
  • Hvørjum slagi av arbeiðsuppgávum trívist tú best við?
  • Hvørjum slagi av arbeiðsuppgávum trívist tú ringast við?
  • Hvat er tað mest jaliga og tað mest neiliga, tú hevur at siga um teg sjálva/n?
  • Hvat dámar tær betur – at arbeiða sjálv/ur ella í toymi?
  • Hví skulu vit velja júst teg til hetta starvið?
  • Hvussu megnar tú at gera mun í hesum starvinum?
  • Hvørjum heldur tú, at tú arbeiðir við um fimm ár?
  • Fortel um familjuna (hjúnastøðu)
  • Um tað eru upplýsingar, sum tú frammanundan ikki hevur fingið greiðu á, ber til at spyrja um hetta til setanarsamrøðuna.
  • Ein setanarsamrøða varir vanliga millum 45 og 90 minuttir.
  • Onkuntíð verður tú spurd/ur, um tú vilt taka eina persónligheitsroynd.
  • Summir arbeiðsgevarar hava samrøðu við umsøkjarar í bólkum.

Tá ið setanarsamrøðan er liðug

Tað er eitt gott hugskot at senda ein t-post fyri at takka fyri eina góða setanarsamrøðu.

 

Tú kanst ringja eftir uml. 14 døgum, um tú einki hevur hoyrt frá arbeiðsgevaranum.

 

Fell ikki í fátt, um tú ikki fekst starvið. Gloym ikki, at tá ið tú verður boðin til setanarsamrøðu, heldur arbeiðsgevarin, at tú hevur neyðugu førleikarnar til starvið. Tað er ein góð venjing at sleppa til setanarsamrøðu. Arbeiðsgevarin kann hava fingið eina jaliga og góða fatan av tær, hóast tú ikki fekst starvið.