Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Lýs starvið út í æsir
Netverk
At lýsa
Setanarsamrøðan
Hóskandi karmar
Einsháttaður hópur?
Samrøðan
Fyrsta samrøðan
Onnur samrøða
Eftirmeting
Ikki sett/ur í starv
Umsóknarbløð
Slóðir

Vegleiðing 2 - yvirlit hjá arbeiðsgevara til aðru setanarsamrøðu

Undan aðru samrøðuni skulu tit frá arbeiðsgevarans síðu hava gjørt tykkum greitt, hvørjum evnum, bæði persónligum og fakligum, tit vilja hava meira vitan um.

Onnur samrøða

  1. Bjóða umsøkjaranum vælkomnum
  2. Nýtt umfar, har allir luttakarar greiða frá sær sjálvum og sínum leikluti í setanarsamrøðuni
  3. Fortel, hví umsøkjarin er kallaður til aðru samrøðu, og hvussu nógvir aðrir umsøkjarar eru kallaðir til aðru samrøðu
  4. Spyr, um umsøkjarin hevur spurningar ella tankar í sambandi við fyrstu samrøðuna
  5. Gev umsøkjaranum møguleika at fortelja um seg sjálva/n
  6. Bið umsøkjaran fortelja um ein ella fleiri persónar, sum henni/honum ikki hevur dámt at samstarva við - spyr eisini um smálutir
  7. Skapanarevni: Bið umsøkjaran fortelja um eina støðu, har viðkomandi fekk eitt sera gott hugskot
  8. Spyr, hvat slag av virksemi umsøkjarin heldur vera keðiligt ella ikki dámar (uttan so at greiða fekst á hesum undir fyrstu samrøðuni)
  9. Yvirlit og mørk fyri strongd: Spyr, hvussu nógvum uppgávum umsøkjarin megnar at hava yvirlit yvir samstundis - bið umsøkjaran geva eitt dømi um eina støðu ella eina uppgávu, har neyðugt var at hava nógvar bóltar í luftini í senn
  10. Bið umsøkjaran greiða frá eini støðu, har hann/hon var undir stórum trýsti (arbeiðsbyrða, ósemjur osfr.), og hvussu viðkomandi ber seg at í slíkum støðum
  11. Bið umsøkjaran fortelja um eina støðu, har stjórin gjørdi okkurt, sum honum/henni ikki dámdi, og hvussu viðkomandi bar seg at ella gjørdi.
  12. Lýs so nágreiðiniliga sum gjørligt, hvat fyritøkan væntar sær av umsøkjaranum
  13. Kunna um arbeiðskor - arbeiðstíðir, flekstíð, løn, yrkisfelag, felagslív
  14. Spyr eftir tilvísingum
  15. Enda - kunna um framhaldandi gongdina og um, nær umsøkjar