Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Tíðarskeið útgjald frá ALS
Arbeiði ella uppihald í DK
Gamla ískoytiskunngerðin
Útróðrarmenn
Bíðidagar hjá fiskimonnum
Mótrokning av frítíðarløn
Útgjaldskunngerð (juli 1997)
ALS-gjald (september 1997)
Sjálvstøðug vinnurekandi
Útgjaldsdagar 1998
Útgjaldsdagar 2000
Gamla farloyviskunngerðin
Farloyviskunngerð
Broyting av ALS-gjaldinum
Broyting av ALS-gjaldinum
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS

Kunngerð
um útgjald av farloyvisstuðli

Samanskrivað kunngerð

Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, § 21, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:

KAPITTUL 1
Rætt til farloyvisstuðul

§ 1. Rætt til farloyvisstuðul frá Arbeiðsloysisskipanini hevur persónur, sum frammanundan farloyvinum:

Er í føstum ella støðugum starvi sambært § 21, stk. 1, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing,
  • hevur gjørt treytaleysa avtalu við arbeiðsgevara sín um tíðarskeiðið, farloyvið varir (farloyvisskeiðið), heruppií nær farloyvið byrjar og nær arbeiðið verður tikið uppaftur, og
  • kann vísa á treytaleysa setanaravtalu millum arbeiðsgevara sín og tann persón, sum skal avloysa viðkomandi í farloyvisskeiðnum. Í setanaravtaluni skal verða staðfest, at avloysarin í farloyvisskeiðnum skal setast eftir í høvuðsheitum somu treytum sum frammanundan farloyvisskeiðnum galda fyri tann, sum fer í farloyvi. Setanaravtalan kann vera tíðaravmarkað, men skal sum tað minsta galda óbroytt í farloyvisskeiðnum. Avloysarin skal harumframt beint undan farloyvisskeiðnum í minst ein mánaða hava lokið treytirnar fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul sambært § 1 í kunngerð hjá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina um útgjald av arbeiðsloysisstuðli frá 26. juni 1997.
  • Stk. 2. Í føstum ella støðugum starvi er tann, sum seinastu 12 mánaðarnar frammanundan farloyvisskeiðnum hevur havt eina inntøku, sum í minsta lagi er 70% av eini arbeiðaraársløn sambært § 16, stk. 3, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

    Stk. 3. Í avtaluni millum viðkomandi, sum fer í farloyvi, og arbeiðsgevara hansara, og í avtaluni millum arbeiðsgevaran og avloysaran skal ásetast, at ein og hvør broyting í avtaluni beinanvegin skal fráboðast skrivliga til Arbeiðsloysisskipanina.

    Stk. 4. Rætturin til farloyvisstuðul dettur burtur, um fortreytirnar fyri útgjaldi av farloyvisstuðlinum sambært stk. 1 til 3 broytast. Ov nógv útgoldin farloyvisstuðul kann verða kravdur afturgoldin eftir reglunum um arbeiðsloysisstuðul, sum av órøttum er útgoldin, sambært § 28 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

    § 2. Í farloyvisskeiðnum skal viðkomandi, sum er í farloyvi, lúka treytirnar fyri arbeiðsleys sambært § 2 í kunngerð hjá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina um útgjald av arbeiðsloysisstuðli frá 26. juni 1997.

    § 3. Í farloyvisskeiðnum skal viðkomandi, sum er í farloyvi, lúka treytirnar um at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum sambært § 4 í kunngerð hjá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina um útgjald av arbeiðsloysisstuðli frá 26. juni 1997, skuldi tað borist á, at Arbeiðsloysisskipanin ikki metir seg finna nakran arbeiðsleysan persón til eitt arbeiði.

    § 4. Treytirnar í §§ 1, 2 og 3 galda bert fyri tann partin av farloyvisskeiðnum, sum farloyvisstuðul verður goldin fyri.

    KAPITTUL 2
    Útgjald av farloyvisstuðli

    § 5. Farloyvisstuðulin verður útgoldin í farloyvisskeiðnum, tó ongantíð fyri eitt styttri ella longri tíðarskeið enn tað, sum nevnt er í § 21, stk. 2, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

    Stk. 2. Farloyvisstuðulin verður útroknaður sambært teimum reglum, sum galda fyri arbeiðsloysisstuðul sambært §§ 15, 16, 22 og 23 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

    Stk. 3. Árligi farloyvisstuðulin er í mesta lagi 60% av eini arbeiðaraársløn sambært § 16, stk. 3 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, frádrigið teimum veitingum, sum eru nevndar í § 8, nr. 1 og 2, í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Dagligi farloyvisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi farloyvisstuðul, býtt við øllum døgum í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum.

    Stk. 4. Farloyvisstuðulin verður útgoldin eftir teimum reglum, sum galda fyri útgjald av arbeiðsloysisstuðli sambært §§ 6 til 9 í kunngerð hjá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina um útgjald av arbeiðsloysisstuðli frá 26. juni 1997.

    KAPITTUL 3
    Reglur annars

    § 6. Henda kunngerð fær gildi frá 8. september 1997.

    Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 3. september 1997

    Karin Kjølbro (sign.), formaður / Sjúrður Horsdal (sign.)