Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Tíðarskeið útgjald frá ALS
Arbeiði ella uppihald í DK
Gamla ískoytiskunngerðin
Útróðrarmenn
Bíðidagar hjá fiskimonnum
Mótrokning av frítíðarløn
Útgjaldskunngerð (juli 1997)
ALS-gjald (september 1997)
Sjálvstøðug vinnurekandi
Útgjaldsdagar 1998
Útgjaldsdagar 2000
Gamla farloyviskunngerðin
Farloyviskunngerð
Broyting av ALS-gjaldinum
Broyting av ALS-gjaldinum
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS

Kunngerð
um útgjald av farloyvisstuðli

Samanskrivað kunngerð

Við heimild í § 12c í ALS-lógini, hevur stýrið fyri ALS fyrisett:

§ 1. stk. 1 Limur í ALS sambært løgtingslóg um ALS, sum hevur farloyvi uttan løn frá einum føstum starvi, hevur rætt til veiting frá ALS.

Stk. 2. Veitingin undir farloyvi kann verða givin fyri eitt ávíst tíðarskeið úr 3 mánaðum og upp í 12 mánaðir.

Stk. 3. Útgjaldingarupphæddin pr. dag verður grundað á 70 % av A-inntøkuni teir seinastu 12 mánaðirnar býtt við 252 døgum, tó í mesta lagi 60 % av teirri upphædd, sum goldin verður fyri 40 tíma arbeiðsviku íroknað frítíðarløn sambært tí til eina og hvørja tíð galdandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Stk.4. Mótrokning fyri samsýnt arbeiði í farloyvistíðarskeiðinum fer fram eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum.

§ 2. Stk. 1. a) Veitingin sambært hesi kunngerð er treyta av, at annar limur, sum hevur verið skrásettur tøkur hjá arbeiðsávísingini í minsta lagi 3 mánaðir, verður settur í farloyvisstarvið í fulla farloyvisskeiðinum og undir somu treytum. Váttað avrit av avtalu millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, ið skal koma í staðin, skal liggja við umsóknini. b) Veitingin er somuleiðis treytað av, at persónurin, ið fer í farloyvi, er arbeiðstøkur í farloyvisskeiðinum, skuldi tað borist so á, at ávísingin á ALS metir, at eingin arbeiðsleysur í skipanini er til sama arbeiðsøki. Tryggingartakarin í farloyvi hevur skyldu at boða ávísingini á ALS frá adressubroytingum í farloyvisskeiðinum.

Stk. 2. Tryggingartakari, sum fer í farloyvi, skal gera skrivliga avtalu við arbeiðsgevara sín um hetta. Farloyvisskeiðið skal tilskilast í avtaluni, sum skal latast arbeiðsloyisisskipanini.

Stk. 3. Treyt fyri at fáa veiting er, at søkt er um og játtan fingin frá arbeiðsloysistryggingini, áðrenn farið verður í farloyvi.

§ 3. Stk. 1. Henda kunngerð fær gildi frá tí degi, hon er lýst.

Tórshavn, hin 20. mai 1995

Stýrið fyri ALS

Lýst í Dimmalætting nr. xx tann 20. mai 1995