Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Tíðarskeið útgjald frá ALS
Arbeiði ella uppihald í DK
Gamla ískoytiskunngerðin
Útróðrarmenn
Bíðidagar hjá fiskimonnum
Mótrokning av frítíðarløn
Útgjaldskunngerð (juli 1997)
ALS-gjald (september 1997)
Sjálvstøðug vinnurekandi
Útgjaldsdagar 1998
Útgjaldsdagar 2000
Gamla farloyviskunngerðin
Farloyviskunngerð
Broyting av ALS-gjaldinum
Broyting av ALS-gjaldinum
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS

Kunngerð
um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi

Samanskrivað kunngerð

Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, § 12, stk. 6, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:

KAPITTUL 1
Rætt at tekna trygging

§ 1. Rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugt vinnurekandi hevur tann sum:

  1. hevur bústað í Føroyum,
  2. hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi her í landinum, samanber § 2, einsamallur ella saman við øðrum, og
  3. hevur tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu.

KAPITTUL 2
Sjálvstøðug vinna

§ 2. Persónur, sum rekur vinnu fyri egna rokning og ábyrgd og við tí endamáli at fáa fíggjarligan vinning, er sjálvstøðugur vinnurekandi.

Stk. 2. Nágreinilig meting verður gjørd av Arbeiðsloysisskipanini, um vinnan er sjálvstøðug. Sum meginregla er talan um sjálvstøðuga vinnu, tá ið tann vinnurekandi:

  1. hevur fólk í starvi,
  2. hevur skattafrádrátt fyri rakstrarútreiðslur og avskrivingar av rakstrargøgnum sambært reglunum fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, og verður skattaður av yvir/undirskoti av virkinum,
  3. er mvg-skrásettur, ella
  4. er íognari í íognarfelag.

KAPITTUL 3
Upptøka - Skjalprógv

§ 3. Trygging kann teknast frá tí degi, tann vinnurekandi veruliga er farin undir sjálvstøðuga vinnu. Í sambandi við umsóknina skal tann vinnurekandi vátta at lúka treytirnar í §§ 1 og 2. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja prógv fyri hesum.

Stk. 2. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn. Tann vinnurekandi skal harumframt fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Arbeiðsloysisskipanini.

Stk. 3. Umsóknarblaðið við neyðugum upplýsingum skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann vinnurekandi hevur biðið um upptøkuna. Annars fellur umsóknin um upptøku burtur.

Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevnd í stk. 3.

KAPITTUL
4 Inngjald

§ 4. ALS-gjaldið fyri hvørt ár hjá sjálvstøðugum vinnurekandi er 2 % av skattskyldugu inntøkuni sambært sjálvuppgávuni og skattaroknskapinum fyri síðst endaða roknskaparár. Afturat inntøkuni verða lagdar upphæddir, ið annars mugu metast at vera vunnar av vinnuvirkinum, og frátrektar verða upphæddir, ið mugu metast vera høvuðsvinnuni hjá virkinum óviðkomandi.

Stk. 2. ALS-gjaldið fellur til gjaldingar mánaðarliga frammanundan.

Stk. 3. Fyri árslok ásetir Arbeiðsloysisskipanin eina fyribils upphædd, sum ALS-gjaldið fyri komandi ár verður roknað av, til inntøkan sambært stk. 1 er staðfest.

Stk. 4. Hjá persóni, sum teknar trygging uttan at hava verið sjálvstøðugur vinnurekandi í eitt álmanakkaár, roknar Arbeiðsloysisskipanin ALS-gjaldið fyri fyrsta árið av eini mettari inntøku. Endaliga gjaldið verður ásett, tá inntøkan fyri hetta árið er staðfest av skattamyndugleikunum. Fyri annað árið roknar Arbeiðsloysisskipanin ALS-gjaldið av eini mettari inntøku. Endaliga gjaldið verður roknað av inntøkuni fyri fyrsta árið umroknað til 12 mánaðir, tá inntøkan fyri hetta árið er staðfest av skattamyndugleikunum.

Stk. 5. Tryggingartakarin er skyldigur, á hvørjum ári at boða Arbeiðsloysisskipanini frá skattskyldugu inntøkuni í seinasta lagi 14 dagar eftir at hon er staðfest av skattamyndugleikunum. Um tryggingartakarin eigur pening til góðar, verður hesin goldin honum innan 14 dagar. Stðrið fyri Arbeiðsloysisskipanina kann áseta smámunamark fyri at krevja inn fyri ov lítið gjald.

Stk. 6. Er tryggingartakari í eftirstøðu, og Arbeiðsloysisskipanin hevur sent honum áminning við boðum um, at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send, og eftirstøðan framvegis ikki er goldin, fer tryggingin úr gildi.

Stk. 7. Um tann skattskylduga inntøkan er mett av skattamyndugleikunum, kann skattskylduga inntøkan ikki nýtast í sambandi við útrokning av ALS-gjaldi.

Stk. 8. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at upplýsingarnar í hesi grein skulu váttast av ríkisgóðkendum ella skrásettum grannskoðara.

Stk. 9. ALS-gjøld sambært hesi grein kunnu krevjast inn við panting.

KAPITTUL 5
Uppathald av sjálvstøðugum vinnuvirksemi

§ 5. Tann, ið er tryggjaður sum sjálvstøðugur vinnurekandi, verður mettur at vera arbeiðsleysur, tá ið persónliga arbeiði hansara í virkinum er hildið uppat meira enn bráðfeingis, og hann er frámeldaður almennum skráum sum sjálvstøðugur vinnurekandi, uttan so at framhaldandi skrásetingin ikki kemst av framhaldandi vinnu sum sjálvstøðugur vinnurekandi.

§ 6. Tað persónliga arbeiðið sum sjálvstøðugur vinnurekandi verður mett at vera hildið uppat meira enn bráðfeingis, tá ið skjalprógvað verður, at vinnuvirkið er endaliga avhendað ella virksemið er endaliga steðgað.

Stk. 2. Vinnuvirksemið kann verða mett uppathildið innan endaliga avhending ella steðg, um tann vinnurekandi skjalprógvar at vera forðaður í framhaldandi at reka virkið.

Stk. 3. Verður vinnuvirkið selt á tvingsilssølu, kann tann vinnurekandi verða mettur at vera hildin uppat innan tvingsilssøluna, um so er, at skjalprógvað verður, at: 1. áheitan um tvingsilssølu er latin fútarættinum, 2. vinnuvirkið er yvirtikið sum nýtiligt veð og/ella verður fyrisitið av veðhavara, og 3. vinnuvirkið verður rikið uttan hjálp frá tí vinnurekandi og/ella hjúnafelaga/ sambúgva og/ella ómyndugum børnum. Tað er somuleiðis ein treyt, at viðkomandi skrivliga váttar at fráboða Arbeiðsloysisskipanini, um broytingar eru í teimum í nr. 1-3 nevndu viðurskiftum, og tá vinnuvirkið er selt á tvingsilssølu.

Stk. 4. Viðkomandi lýkur ikki treytirnar í stk. 1-3 við at avhenda vinnuvirkið til hjúnafelaga/sambúgva og/ella ómyndug børn.

KAPITTUL
6 Útgjald

§ 7. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin sjálvstøðugi vinnurekandi hevur rætt til útgjald.

Stk. 2. Útrokningargrundarlagið hjá sjálvstøðugum vinnurekandi er inntøkan frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi fyri síðsta endaða roknskaparár, áðrenn arbeiðsloysið er staðfest.

Stk. 3. Inntøkan, nevnd í stk. 2, er skattskylduga inntøkan sambært sjálvuppgávuni og skattaroknskapinum. Afturat inntøkuni verða lagdar upphæddir, ið annars mugu metast vera vunnar av vinnuvirkinum, og frátrektar verða upphæddir, ið mugu metast høvuðsvinnuni hjá virkinum óviðkomandi.

Stk. 4. Um tann skattskylduga inntøkan er mett av skattamyndugleikunum, kann skattskylduga inntøkan ikki nýtast sum útrokningargrundarlag. Í slíkum førum ásetur Arbeiðsloysisskipanin eitt fyribils útrokningargrundarlag, til skattskylduga inntøkan sambært stk. 2 er staðfest av skattamyndugleikunum.

Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at upplýsingarnar í hesi grein skulu váttast av ríkisgóðkendum ella skrásettum grannskoðara.

§ 8. Arbeiðsloysisstuðul verður ikki goldin, fyrr enn teir í stk. 2 nevndu bíðidagar eru farnir.

Stk. 2 Hevur hin arbeiðsleysi inntøku sambært § 7, stk. 2, sum er minni enn tann í § 16, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing lýsta arbeiðaraársløn, áðrenn treytirnar í § 14, stk. 1 í somu lóg eru loknar, er 1 bíðidagur. Fyri hvørjar heilar kr. 10.000,00, inntøkan er hægri enn áðurnevnda arbeiðaraársløn, verður bíðidagatalið økt við einum degi.

Stk. 3 . Bíðidagarnir kunnu ongantíð vera fleiri enn 10.

KAPITTUL
7 Uppsøgn

§ 9. Tann tryggjaði hevur rætt at siga upp tryggingina við einari uppsagnarfreist uppá ein mánað.

Stk. 2. Skrivlig uppsøgn skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi seinast í mánaðinum frammanundan tí fyrsta, sum uppsagnarfreistin sambært stk. 1 byrjar.

KAPITTUL
8 Fráboðanarskylda

§ 10. Tann arbeiðsleysi hevur skyldu til at boða Arbeiðsloysisskipanini frá øllum seinni broytingum í inntøkum, sum hava verið nðttar at rokna inngjøld ella útgjøld, sambært §§ 4 og 7.

§ 11. Verða broytingar gjørdar í inntøkunum, sum nýttar hava verið at rokna inngjøld ella útgjøld, sambært §§ 4 og 7, skal Arbeiðsloysisskipanin gera nýggjar útrokningar. Vísa hesar, at inngjøldini ella útgjøldini verða broytt, tekur Arbeiðsloysisskipanin støðu til, um møguligir munir í upphæddum skulu útgjaldast ella innkrevjast.

KAPITTUL 9
Reglur annars

§ 12. Tryggingar, ið eru teknaðar, áðrenn henda kunngerð er komin í gildi, koma undir reglurnar í hesi kunngerð, dagin eftir at hon er lýst.

§ 13. Henda kunngerð fær gildi frá 1. september 1998.

Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 18. august 1998

Karin Kjølbro (sign.) formaður/ Allan Skaalum (sign.)