Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Tíðarskeið útgjald frá ALS
Arbeiði ella uppihald í DK
Gamla ískoytiskunngerðin
Útróðrarmenn
Bíðidagar hjá fiskimonnum
Mótrokning av frítíðarløn
Útgjaldskunngerð (juli 1997)
ALS-gjald (september 1997)
Sjálvstøðug vinnurekandi
Útgjaldsdagar 1998
Útgjaldsdagar 2000
Gamla farloyviskunngerðin
Farloyviskunngerð
Broyting av ALS-gjaldinum
Broyting av ALS-gjaldinum
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS

Kunngerð
um gjald til Arbeiðsloysisskipanina

Samanskrivað kunngerð

Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, §11, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:

§ 1. Gjaldsskyldugir til Arbeiðsloysisskipanina eru sambært § 7 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing:

  1. allir persónar, sum móttaka A-inntøku og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
  2. øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum.

§ 2. Gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina, í hesi kunngerð nevnt ALS-gjaldið, verður sambært § 8 løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, roknað av øllum A-inntøkum, sum teir gjaldsskyldugu móttaka ella rinda, tó undantikið:

  1. fólka- og avlamispensión,
  2. aðrar skattskyldugar almannaveitingar, umframt aðrar veitingar, sum sambært lóg ikki verða skattaðar sum A-inntøka,
  3. A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini.

Stk. 2. Undir aðrar skattskyldugar almannaveitingar sambært stk. 1, nr. 2, koma m.a. framskundað fólkapensión, tænastumannapensión og barnapengingur.

Stk. 3. Inntøkur sambært stk. 1, nr. 2 og 3, sleppa undan gjaldsskyldu frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga fráboðan um hesar.

§ 3. Sambært løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, § 9, stk. 2, fellur ALS-gjaldið til gjaldingar samstundis sum teir gjaldsskyldugu rinda ella móttaka A-inntøku.

Stk. 2. Áðrenn inntøka, sum ALS-gjald skal roknast av sambært § 2, verður útgoldin persóni, sum er gjaldsskyldugur sambært § 1, nr. 1, skal ALS-gjaldið avroknast gjøgnum eitt av landsstýrinum góðkent stað til avrokning av lønum. Avrokningarstaðið avroknar ALS-gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina.

Stk. 3. Tá A-inntøka verður rindað av gjaldsskyldugum sambært § 1, nr. 2, skulu hesi avrokna sín part av ALS-gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina sambært øðrum av fylgjandi inngjaldingarháttum:

  1. Gjaldsskyldugur sambært § 1, nr. 2, kann geva Arbeiðsloysisskipanini fulltrú til at taka ALS-gjaldið av peningastovnskonto hjá tí gjaldsskylduga.
  2. Gjaldsskyldugur sambært § 1, nr. 2, kann rinda ALS-gjaldið eftir rokning frá Arbeiðsloysisskipanini. Rokning fyri ALS-gjald frá Arbeiðsloysisskipanini skal gjaldast innan 7 dagar eftir, at Arbeiðsloysisskipanin hevur sent rokningina.

§ 4. Henda kunngerð fær gildi frá 24 september 1997.


Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina 19. september 1997

Karin Kjølbro (sign.) formaður /Sjúrður Horsdal (sign.)