Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Tíðarskeið útgjald frá ALS
Arbeiði ella uppihald í DK
Gamla ískoytiskunngerðin
Útróðrarmenn
Bíðidagar hjá fiskimonnum
Mótrokning av frítíðarløn
Útgjaldskunngerð (juli 1997)
ALS-gjald (september 1997)
Sjálvstøðug vinnurekandi
Útgjaldsdagar 1998
Útgjaldsdagar 2000
Gamla farloyviskunngerðin
Farloyviskunngerð
Broyting av ALS-gjaldinum
Broyting av ALS-gjaldinum
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS

Kunngerð
um útgjald av ALS-stuðli

Samanskrivað kunngerð

Við heimild í ALS-lógini, § 14, stk. 2 og 3, og § 16, stk. 4 og 5, hevur stýrið fyri ALS fyrisett:

Kapittul 1

Rætt til útgjald

§ 1. Arbeiðsloysisstuðul verður sambært løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing útgoldin, tá viðkomandi:

  1. Er arbeiðsleysur og mótvegis Arbeiðsloysisskipanini prógvar, at so er,
  2. er tøkur á arbeiðsmarknaðinum,
  3. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
  4. hevur bústað í Føroyum og
  5. er arbeiðsførur.

Stk. 2. Tann, sum fær stuðul frá Arbeiðsloysisskipanini, hevur skyldu til beinanvegin skrivliga at boða frá broytingum í fortreytunum fyri at fáa útgjald.

§ 2. Arbeiðsleysur er tann, sum umframt einki arbeiði hevur, sí tó § 8, t.d.:

  • Ikki er undir útbúgving í normalarbeiðstíðini, sí tó § 4, stk. 6, ella
  • ikki er sjálvstøðugt vinnurekandi sambært kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi.

Stk. 2. Tann, sum hevur krav móti arbeiðsgevaranum uppá løn í uppsagnartíð, er ikki at meta sum arbeiðsleysur fyrr enn henda uppsagnartíð er lokin.

§ 3. Tann arbeiðsleysi skal lata Arbeiðsloysisskipanini skrivliga umsókn um arbeiðsloysisstuðul.

Stk. 2. Umsóknin skal innihalda fráboðan um, at viðkomandi er arbeiðsleysur, og tann arbeiðsleysi skal prógva at so er, t.d. við:

  1. Uppsøgn frá arbeiðsgevara.
  2. Uppsøgn til arbeiðsgevara. Arbeiðsloysisskipanin kann biðja arbeiðsgevaran vátta uppsøgnina.
  3. Í serligum førum aðrari próvførslu, sum eftir meting Arbeiðsloysisskipaninar kann nýtast til at staðfesta, at viðkomandi eftir galdandi reglum millum viðkomandi og arbeiðsgevaran, er leysur av sínum arbeiði vegna munandi mishald frá arbeiðsgevarans síðu.

Stk. 3. Harumframt skal tann arbeiðsleysi geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir neyðugar fyri at veita arbeiðsloysisstuðul og arbeiðsávísing. Hesar upplýsingar skulu gevast á serligum umsóknarblað, sum Arbeiðsloysisskipanin flýggjar tí arbeiðsleysa.

Stk. 4. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin frá tí degi, tann arbeiðsleysi letur Arbeiðsloysisskipanini umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1, fráboðan og próvførslu sambært stk. 2 og upplýsingar sambært stk. 3, tó treytað av, at aðrar reglur í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing ella kunngerðum ikki forða útgjaldi. Arbeiðsloysisskipanin kann tó loyva eina 14 daga freist til tann arbeiðsleysa at útvega próvførslu sambært stk. 2, nr. 1 til 3 og upplýsingarnar sambært stk. 3. Um tann arbeiðsleysi ikki innan freistina hevur givið Arbeiðsloysisskipanini ásettu próvførsluna og upplýsingarnar, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1 burtur.

Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann, í serligum førum, víkja frá freistini nevnd í stk. 4.

§ 4. Tøkur á arbeiðsmarknaðinum er tann, sum:

  1. Er arbeiðsleysur sambært § 2 og hevur rætt til útgjald sambært § 3,
  2. seinast dagin eftir, at eitt arbeiði verður ávíst, kann byrja hetta arbeiðið til ásetta tíð,
  3. seinast dagin eftir, at boð eru givin um hetta, kann møta hjá Arbeiðsloysisskipanini til ásetta tíð,
  4. letur inn ALS-kort sambært § 7, og
  5. í rímiligan mun er arbeiðssøkjandi. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja próvførslu fyri, at viðkomandi søkir arbeiði, sum er leyst.

Stk. 2. Undantak frá treytunum í stk. 1, nr. 2 og 3, kann gevast, um viðkomandi ikki fær møtt: Av tí at almenna ferðasambandið ikki virkar vegna t.d. verkfall ella ringt veður, ella av sjúku, sum kann staðfestast við læknaváttan.

Stk. 3. Undantak frá treytunum í stk. 1, nr. 2 og 3, verður ikki givið, um viðkomandi ikki fær møtt vegna t.d.: Vantandi barnaansing, at almenna ferðasambandið ikki loyvir dagligari ferðing millum arbeiðið og heimstaðið, ella at ávísta arbeiðið ikki hevur áhuga, t.d. vegna slag av arbeiði, lønarviðurskiftum ella arbeiðstíðum.

Undantak eftir nr. 3 verður tó givið, um lønin fyri ávísta arbeiðið er lægri enn sáttmálalønin fyri arbeiðið.

Stk. 4. Tann, sum t.d. hevur rætt til niðanfyri standandi veitingar, er ikki tøkur á arbeiðsmarknaðinum:

  • Barnsburðarfarloyvi sambært løgtingslóg um dagpengar og barsilspengar,
  • sjúkradagpengar sambært løgtingslóg um dagpengar og barsilspengar,
  • útbúgvingarstuðul sambært løgtingslóg um útbúgvingarstuðul,
  • hægstu avlamispensión sambært løgtingslóg um avlamispensión ella
  • fær samsýning fyri ansan av óhjálpnum heima sambært løgtingslóg um ansingarløn.

Stk. 5. Arbeiðsleys kunnu sambært § 14, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing fáa arbeiðsloysisstuðul uttan at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum í dagatal svarandi til teir dagar, persónur hevur rætt til frítíð eftir løgtingslógini um frítíð við løn. Treytirnar fyri hesum undantaki eru, at: Viðkomandi við minst 14 daga freist, ella eina styttri freist, um Arbeiðsloysisskipanin loyvir hesum, frammanundan skrivliga hevur boðað Arbeiðsloysisskipanini frá, nær frítíðin verður hildin, og at frítíðin verður hildin í samanhangandi dagar við tí dagatali, sum er nevnt um frítíðarskeið í løgtingslóg um frítíð við løn.

Stk. 6. Arbeiðsleys kunnu, við loyvi frá Arbeiðsloysisskipanini, í styttri tíðarskeið fáa arbeiðsloysisstuðul uttan at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum í sambandi við útbúgvingarskeið ella líknandi. Við styttri tíðarskeið skilst í mesta lagi 3 mánaðar í hvørjum álmanakkaári.

§ 5. Arbeiðsførur er tann, sum uttan avmarkingar kann átaka sær eitt hvørt fulldagsstarv, sum viðkomandi hevur fakligan førleika til. Avgerð um fakligan førleika verður tikin av Arbeiðsloysisskipanini ella tí arbeiðsgevara, sum gevur arbeiðstilboðið.

Stk. 2. Arbeiðsleys kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul uttan at vera arbeiðsfør sambært stk. 1, um avmarkingin í arbeiðsførleikanum verður staðfest við læknaváttan, ið lýkur treytirnar, sum Arbeiðsloysisskipanin ásetur.

Kapittul 2

Avgreiðsla av útgjaldi

§ 6. Arbeiðsloysisstuðulin verður sambært § 16 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing útgoldin fyri allar dagar í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum (útgjaldsdagar).

Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin eftir hvørt útgjaldsskeið ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 10 útgjaldsdagar.

Stk 3. Arbeiðsloysisstuðulin verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur tí arbeiðsleysa eftir hvørt útgjaldsskeið við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

§ 7. Áðrenn arbeiðsloysistuðulin verður útgoldin, skal tann arbeiðsleysi lata inn ALS-kort til Arbeiðsloysisskipanina fyri tað útgjaldsskeið, sum viðvíkur arbeiðsloysisstuðlinum.

Stk. 2. ALS-kortið skal latast inn tann dag, sum er ásettur av Arbeiðsloysisskipanini. Um ALS-kortið ikki verður latið inn rættstundis, missir tann arbeiðsleysi arbeiðsloysisstuðulin fyri teir útgjaldsdagar, sum ALS-kortið er latið inn ov tíðliga ella ov seint.

Stk. 3. Á ALS-kortinum skal tann arbeiðsleysi, eftir nærri ásetingum av Arbeiðsloysisskipanini, geva upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir eru neyðugar fyri at útgjalda arbeiðsloysisstuðulin, heruppií upplýsingar um arbeiddar tímar og vunna A-inntøku í útgjaldsskeiðnum.

Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at rættleikin av upplýsingunum á ALS-kortinum skal váttast av tí ella teimum arbeiðsgevarum, sum tann arbeiðsleysi hevur arbeitt hjá í útgjaldsskeiðnum.

Stk. 5. Tann arbeiðsleysi skal venda sær til Arbeiðsloysisskipanina ella annað stað, sum verður ávíst av Arbeiðsloysisskipanini, fyri at útvega sær ALS-kort. Arbeiðsloysisskipanin hevur møguleika at senda ALS-kort til tann arbeiðsleysa.

Stk. 6. Um Arbeiðsloysisskipanin hevur forprentað upplýsingar á ALS-kortið, t.d. um navn og bústað hjá tí arbeiðsleysa ella um vunna inntøku í útgjaldsskeiðnum, hevur tann arbeiðsleysi skyldu at gera vart við møguligar skeivleikar í hesum upplýsingum.

Stk. 7. ALS-kort skal ikki latast inn fyri:

  • Bíðidagar sambært § 17 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing,
  • dagar, sum tann arbeiðsleysi missir rættin til arbeiðsloysisstuðul sambært §§ 18 og 19 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing,
  • dagar, sum tann arbeiðsleysi heldur frí sambært § 14, stk. 2, í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, ella
  • dagar, sum tann arbeiðsleysi sleppur undan at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum sambært § 14, stk. 3, í løgtingslóg um
  • arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.

Stk. 8. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum geva loyvi til, at onnur skrivlig fráboðan verður nýtt í staðin fyri ALS-kortið.

Kapittul 3

Onnur inntøka

§ 8. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur eftir stk. 2 ella 3 við øllum øðrum A-inntøkum - íroknað frítíðarløn, undantikið arbeiðsloysisstuðlinum og A-inntøkum sambært grein 8, nr. 1-3 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum tann arbeiðsleysi vinnur í útgjaldsskeiðum, hann fær arbeiðsloysisstuðul.

Stk. 2. Onnur A-inntøka sambært stk. 1 verður umroknað til tímar, í hesi kunngerð nevndir arbeiðstímar, sum arbeiðsloysisstuðul ikki verður goldin fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í útgjaldsskeiðnum, býtt við eini upphædd, sum verður roknað soleiðis: Hægsti dagligi arbeiðloysisstuðul sambært løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing býtt við 8, faldað við 1,15.

Stk. 3. Um tíðarskeiðið, tann arbeiðsleysi hevur arbeitt í útgjaldsskeiðum, hann fær arbeiðsloysisstuðul er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 2, verður arbeiðsloysisstuðulin, í staðin fyri ásetingarnar eftir stk. 2, ikki goldin fyri arbeidda tíðarskeiðið.

Stk. 4. Um meira enn 25% av arbeiðstímunum sambært stk. 2 ella 3 stava frá sama arbeiðsgevara og hetta arbeiðstímatal í fýra útgjaldsskeið á rað er meira enn 20 tímar í hvørjum útgjaldsskeiði, verður viðkomandi ikki roknaður sum tøkur á arbeiðsmarknaðinum, og fær sostatt ongan arbeiðsloysisstuðul uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 3.

Stk. 5. Um tann arbeiðsleysi í fýra útgjaldsskeið á rað ongan arbeiðsloysisstuðul hevur fingið vegna reglurnar í stk. 2 og 3, verður viðkomandi ikki roknaður sum tøkur á arbeiðsmarknaðinum, og fær sostatt ongan arbeiðsloysisstuðul, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 3.

Kapittul 4

Frítíðarløn

§ 9. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn, sum tann arbeiðsleysi fær útgoldið í útgjaldsskeiðum.

Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn sambært stk. 1 eftir somu reglum, sum arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við A-inntøkum sambært § 8.

Kapittul 5

Reglur annars

§ 10. Henda kunngerð fær gildi frá 6. oktober 1997.

Stk. 2. Í kunngerð um útgjald av farloyvisstuðli frá 3. sept. 1997 eru tilvísingar til kunngerð um útgjald av arbeiðsloysisstuðli frá 26. juni 1997. Frá 6. oktober 1997 verða hesar tilvísingar í staðin at vísa til hesa kunngerð.

Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina okt. 1997

Karin Kjølbro (sign.) formaður /Sjúrður Horsdal (sign.)