Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Tíðarskeið útgjald frá ALS
Arbeiði ella uppihald í DK
Gamla ískoytiskunngerðin
Útróðrarmenn
Bíðidagar hjá fiskimonnum
Mótrokning av frítíðarløn
Útgjaldskunngerð (juli 1997)
ALS-gjald (september 1997)
Sjálvstøðug vinnurekandi
Útgjaldsdagar 1998
Útgjaldsdagar 2000
Gamla farloyviskunngerðin
Farloyviskunngerð
Broyting av ALS-gjaldinum
Broyting av ALS-gjaldinum
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS

Kunngerð
um mótrokning av frítíðarløn

Samanskrivað kunngerð

Við heimild í § 12, stk. 14 í ALS-lógini, hevur stýrið fyri ALS fyrisett:

§ 1. Stk. 1. Tryggingartakari, sum hevur rætt til frítíðarløn sambært løgtingslóg um frítíð við løn, verður mótroknaður frítíðarlønini í arbeiðsloysisstuðlinum.

Stk. 2. Mótroknaður verður í mesta lagi við eini upphædd, sum fyri hvønn dag svarar til 8 tímars arbeiði eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, og í mesta lagi tað dagatal, sum frítíðarlógin ásetur.

§ 2. Stk. 1. Frá 1. mai til 30. sept. verður mótrokningin framd við fullu upphæddini svarandi til frítíðar-dagatalið ásett í frítíðarlógini.

Stk. 2. Frá 30. Sept. fram til 1. mai árið eftir verður mótrokning framd við eini upphædd svarandi til í mesta lagi 7 dagar.

§ 3. Stk. 1. Tryggingartakari, sum er mótroknaður frítíðarløn, hevur rætt til frítíð við arbeiðsloysisstuðli frá ALS við einum dagatali svarandi til mótroknaðu frítíðarlønina.

Stk. 2. Tryggingartakari annars hevur rætt til at halda frítíð tað dagatal frítíðarlógin ásetur.

Stk. 3. Frítíð skal fráboðast í seinasta lagi 14 dagar áðrenn, hon verður hildin.

§ 4. Frítíð, sum tryggingartakari skjalprógvar at hava hildið, áðrenn arbeiðsloysi varð staðfest, verður ikki mótroknað.

§ 5. Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er lýst.

Stk. 2. Samstundis fer Reglugerð um mótrokning av frítíðarløn og um rætt rætt til frítíð við stuðli frá ALS?, frá 15. mai 1995 úr gildi.

Stýrið fyri ALS

Lýst í Dimmalætting nr. 80 tann 29. mai 1996