Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Tíðarskeið útgjald frá ALS
Arbeiði ella uppihald í DK
Gamla ískoytiskunngerðin
Útróðrarmenn
Bíðidagar hjá fiskimonnum
Mótrokning av frítíðarløn
Útgjaldskunngerð (juli 1997)
ALS-gjald (september 1997)
Sjálvstøðug vinnurekandi
Útgjaldsdagar 1998
Útgjaldsdagar 2000
Gamla farloyviskunngerðin
Farloyviskunngerð
Broyting av ALS-gjaldinum
Broyting av ALS-gjaldinum
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS

Gamla ískoytiskunngerðin

Samanskrivað kunngerð

Við heimild í § 1, stk. 4 í løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992 um ALS við seinni broytingum hevur stýrið fyri ALS fyrisett:

§ 1. Stk. 1. Tryggingartakari, sum í mesta lagi arbeiðir 20 tímar, ella vunnið verður í mesta lagi kr. 2.260, í einum tveimum vikurs útgjaldingartíðarskeiði, er at roknað sum tøkur á arbeiðsmarknaðinum og hevur tí rætt til arbeiðsloysistrygging sambært lógini.

Stk. 2. 67% av lønini sambært 1 stk. verður drigin frá arbeiðsloysistryggingini.

§ 2. Stk. 1. Rætturin til arbeiðsloysistrygging sambært regluna frammanfyri er treytaður av, at tryggingartakari letur ALS eina skrivliga váttan (leysgevilsisváttan) frá avvarðandi arbeiðsgevara um, at tryggingartakarin hevur rætt til beinanvegin at fara úr starvinum, um tryggingartakarin fær bjóðað annað starv við longri arbeiðstíð.

stk. 2. Rætturin til arbeiðsloysistrygging sambært hesa reglu er eisini treytaður av, at tryggingartakarin aðru hvørja viku letur ALS oyðublað, sum skal vera undirskrivað av avvarandi arbeiðsgevara og tryggingartakara.

§ 3. Stk. 1. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.

Tórshavn, tann 26. september 1994

Stýrið fyri ALS

Lýst í Sosialinum nr. xx tann 22. oktober 1994