|
 |
|
 |
 |
 |
Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
|
|
 |
|
|
 |
Eftirmeting av setanarsamrøðuni
Hetta yvirlit kann brúkast til at eftirmeta tínar setanarsamrøður, soleiðis at tú støðugt kann gerast betri og støðugt kanst skerpa títt medvit um tey meira ótilvitaðu liðini, ið ofta eru tengd at eini setanarsamrøðu.
Met teg sjálva/n í mun til spurningarnar; 4 er mest nøktandi og 1 er minst nøktandi.
Eftirmeting av setanarsamrøðuni
|
Meting
|
Ja
|
Nei
|
Hevði eg á nóg góðan hátt undan setanarsamrøðuni gjørt av, hvørjar upplýsingar eg vildi hava um umsøkjaran?
|
|
|
Hvussu ber til at eftirmeta tær fyriskipanir, ið vóru gjørdar frammanundan í mun til órógvan undir setanarsamrøðuni? Vórðu vit órógvað av telefon-uppringinum ella av áheitanum frá øðrum starvsfólkum?
|
|
|
Karmarnir: Hevði eg nóg mikið at tíð til setanarsamrøðuna? Vóru hølini rein og ruddilig? Sótu vit væl, og var nóg mikið av ljósi í hølunum? Vóru hølini nóg stór?
|
|
|
Hevði eg kunnað meg nóg væl við umsóknina undan setanarsamrøðuni? Hevði eg brúkt nóg mikið av tíð til at lesa umsóknina?
|
|
|
Lat eg vera við at loyva, at mín fyrsta fatan av umsøkjaranum setti dám á mínar metingar undir restini av samrøðuni? Til dømis uppruni, útsjónd ella røddin hjá umsøkjaranum.
|
|
|
Stýring av setanarsamrøðuni: Lat eg ov nógv upp í hendurnar á umsøkjaranum, ella stýrdi eg setanarsamrøðuni so nógv, at umsøkjarin ikki fekk greitt nóg væl frá tí, sum hann/hon ynskti?
|
|
|
Brúkti eg ov nógv av talutíðini?
|
|
|
Í hvussu stóran mun lat eg vera við at seta leiðandi spurningar, so sum: Er tað at samstarva við onnur vanliga ein trupulleiki fyri teg?
|
|
|
Útinning og úrslit av mínum persónliga avriki undir samrøðuni til samans:
|
|
|
|
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|