Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Lýs starvið út í æsir
Netverk
At lýsa
Setanarsamrøðan
Hóskandi karmar
Einsháttaður hópur?
Samrøðan
Fyrsta samrøðan
Onnur samrøða
Eftirmeting
Ikki sett/ur í starv
Umsóknarbløð
Slóðir

Vegleiðing 1 - yvirlit hjá arbeiðsgevara til fyrstu setanarsamrøðu

Um ætlanin er at hava tvær setanarsamrøður, ber til í fyrstu samrøðuni at leggja dent á fakligu evnini, førleikarnar og royndirnar hjá umsøkjaranum. Í aðru samrøðuni ber til at leggja serligan dent á persónligu eginleikarnar.

Fyrsta samrøða

  1. Bjóða umsøkjara vælkomnum
  2. Øll, sum eru við til samrøðuna frá arbeiðsplássinum, siga hvørji tey eru, og hvønn leiklut tey hava undir samrøðuni
  3. Fortel, hvussu nógvar umsóknir eru til starvið, og hvussu nógv eru kallað inn til samrøðu
  4. Fortel um mannagongdir í sambandi við starvssetanina - hvussu nógv tíð er sett av til samrøðuna, og nær avgerð eftir ætlan verður tikin um setanina
  5. Kunna um, hvussu fyritøkan er bygd upp og um sjálvt starvið
  6. Bið umsøkjaran fortelja um seg sjálvan - um sína útbúgving, um sína yrkilsleið higartil, um síni áhugamál osfr. Minst til at seta spurningar fyri at halda umsøkjaranum til
  7. Spyr, hvat umsøkjarin væntar sær av starvinum
  8. Bið umsøkjaran fortelja um eina arbeiðsuppgávu, sum viðkomandi hevur kensluna av eydnaðist væl
  9. Bið umsøkjaran geva eitt dømi um eina arbeiðsuppgávu, sum - higartil - hevði verið ov møtimikil fyri hansara/hennara førleikar
  10. Bið umsøkjaran svara spurninginum: "Hvat er tað besta, tú nakrantíð hevur fingið frá hondini - persónliga ella fakliga?"
  11. Bið umsøkjaran svara spurninginum: "Fortel um eina arbeiðsuppgávu, sum tú heldur miseydnaðist fyri teg. Hvat gjørdi tú, og hvat eydnaðist ikki?"
  12. Spyr, hvørjar jaligar og hvørjar neiligar eginleikar umsøkjarin heldur, at onnur høvdu tikið fram um hann/hana
  13. Bið umsøkjaran fortelja um virksemi, sum hann/hon heldur vera keðiligt, ella sum henni/honum ikki dámar - og øvugt: hvørjum dámar umsøkjaranum best at arbeiða við?
  14. Spyr, um umsøkjarin dugir væl at loysa ósemjur. Bið møguliga um e