Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Lýs starvið út í æsir
Netverk
At lýsa
Setanarsamrøðan
Hóskandi karmar
Einsháttaður hópur?
Samrøðan
Fyrsta samrøðan
Onnur samrøða
Eftirmeting
Ikki sett/ur í starv
Umsóknarbløð
Slóðir

Setanarsamrøðan

Undir setanarsamrøðuni eigur tú at savna teg um tað, sum umsøkjarin fortelur, heldur enn at leggja ov stóran dent á kropsmál, klædnabúnað osfr. Endamálið við samrøðuni er, at báðir partar lurta eftir hvørjum øðrum, heldur enn at royna hvør annan.

Umsøkjarar uppliva alt ov ofta, at tey, ið hava ábyrgd av starvssetanum, heldur hugsa um, nær eyguni hjá umsøkjaranum flakka, hvussu hann/hon svarar osfr, heldur enn at leggja dent á tað veruliga innihaldið í tí, sum verður sagt.

Um ætlanin við samrøðuni er, at báðir partar taka lut, er tað tann beinleiðis vitanin um umsøkjaran, sum hevur áhuga, og ikki tann óbeinleiðis vitanin, sum fæst við at tulka ótilvitaða atburðin hjá umsøkjaranum og annað tílíkt.

Um ov stórur dentur verður lagdur á óbeinleiðis vitanina um ein umsøkjara, fæst meira at vita um, hvussu umsøkjarin ber seg at undir trýsti, ella í eini strongdari støðu, heldur enn um veruligu førleikarnar hjá umsøkjaranum og um, hvussu væl viðkomandi hóskar til arbeiðið.

Ansa eftir fyrstu fatanini
Fyrsta fatanin - saman við fordómum - er størsta forðanin fyri at fáa veruligt gagn burturúr setanarsamrøðuni. Fólk, sum hava avmarkaðar royndir við at finna starvsfólk, lata seg lættliga ørkymla av, at ein umsøkjari víkir frá tí ’normala’, tá ið talan er um klædnabúna, útsjónd, atburð ella annað. 

Lat teg ikki ørkymla av kropsmáli, klæðum ella málnýtslu. Savna teg heldur um veruligu førleikarnar hjá umsøkjaranum, og ber hesar førleikar saman við innihaldið í starvinum, sum skal setast.

Fyrsta fatanin sigur sjáldan nakað um tann persónin, sum vit hyggja at. Heldur sigur hon ofta okkurt um fordómarnar hjá okkum, sum hyggja at hesum persóni. Starvsfólkaleiðarar við drúgvum royndum hava sloppið sær av við slíkar fordómar.

Hvat skal eg spyrja um?
Tað er ráðiligt at skriva niður spurningar av týdningi undan setanarsamrøðuni. Sí yvirlit við spurningum til fyrstu setanarsamrøðuna. Tú finnur eisini eitt yvirlit við spurningum til aðru samrøðuna.