Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Lýs starvið út í æsir
Netverk
At lýsa
Setanarsamrøðan
Hóskandi karmar
Einsháttaður hópur?
Samrøðan
Fyrsta samrøðan
Onnur samrøða
Eftirmeting
Ikki sett/ur í starv
Umsóknarbløð
Slóðir

Hóskandi karmar um setanarsamrøðuna

Undan setanarsamrøðuni kann umsøkjarin kenna seg ótryggan og nervøsan. Tí er týdningarmikið, at dámurin í hølunum, har samrøðan fer fram, er góður og kann sissa umsøkjaran. Her eru nøkur ráð:

  • Syrg fyri, at øll viðkomandi skjøl um umsøkjaran eru komin (umsókn, C.V., annað)
  • Um fleiri luttaka í samrøðuni, eigur frammanundan at verða avtalað, hvør ger hvat
  • Send tilfar av týdningi til umsøkjaran undan samrøðuni
  • Gev umsøkjaranum allar tær upplýsingar um mannagongdir og framferðarhátt, sum hann/hon hevur brúk fyri
  • Syrg fyri, at hølini, har samrøðan fer fram, eru klár til samrøðuna
  • Stilla telefonina um og set skilti á hurðina, sum vísir, at hølini ikki eru tøk
  • Syrg fyri, at te, kaffi og vatn eru at fáa
  • Móttøkan ella skrivarin eigur at kenna navnið á umsøkjaranum, eigur at vita, nær hann/hon kemur til samrøðu og eigur at kenna kontaktpersónin
  • Syrg fyri, at umsøkjarar ikki hitta aðrar umsøkjarar