Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Lýs starvið út í æsir
Netverk
At lýsa
Setanarsamrøðan
Hóskandi karmar
Einsháttaður hópur?
Samrøðan
Fyrsta samrøðan
Onnur samrøða
Eftirmeting
Ikki sett/ur í starv
Umsóknarbløð
Slóðir

Fyrireiking av setanarsamrøðuni

Undan setanarsamrøðuni eigur tú at hava fingið greiðu á, hvørjum tú hevur brúk fyri at vita um umsøkjaran fyri at kunna meta um, hvørt viðkomandi er rætta starvsfólkið. Við at bera saman tína starvslýsing og CV og umsókn hjá umsøkjaranum, ber til at fáa yvirlit yvir, hvørji øki tú skalt hava meira innlit í.

Dømi um, hvørji øki dentur kann leggjast á til setanarsamrøðuna, eru:

  • Persónmenska
  • Arbeiðsatburður
  • Sosialir førleikar
  • Førleikar, ið eru viðkomandi fyri starvið
  • Áskoðanir um ymisk evni, sum hava týdning fyri fyritøkuna

Við at fáa greiðu á, hvørjum tú hevur brúk fyri at vita undan setanarsamrøðuni, verður tað lættari at skipa samrøðuna, so at hon verður logisk og samanhangandi. Við eini væl skipaðari samrøðu ber betur til at fáa ein góðan dám, har umsøkjarin kennir seg sum ein part av samrøðuni.