Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Lýs starvið út í æsir
Netverk
At lýsa
Setanarsamrøðan
Ikki sett/ur í starv
Umsóknarbløð
Slóðir

Lýs starvið út í æsir 

Tá ið tú leitar eftir nýggjum starvsfólki, eigur tú at gera eina nágreiniliga lýsing av teimum førleikum, sum eru neyðugir fyri at røkja starvið til fulnar. Ein lýsing av starvinum (profilur og greining av starvinum) verður gjørd við at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum í sambandi við eitt starv:

Karmarnir um starvið
At greina karmarnar um starvið er tað sama sum at kanna, í hvørjum samanhangi úrslit verða nádd, og uppgávur verða loystar. Talan er sostatt um eina lýsing av fyritøkuni. Hesin parturin snýr seg í høvuðsheitum um at svara spurningum sum:

  • Hvørji virði eru grundleggjandi í fyritøkuni?
  • Hvørjar umstøður bjóðar fyritøkan í sambandi við starvið?

Úrslitini, sum fyritøkan væntar at fáa
Her verður dentur lagdur á mál og á strategiskar ætlanir fyri starvið og snýr seg um at svara hesum spurningunum:

  • Hvussu mátar fyritøkan úrslit og menning?
  • Hvørji úrslit skulu náast við vanligum rakstri, verkætlanum, leiðslu og strategiskum ætlanum?

Uppgávurnar í starvinum
Hesin parturin av starvslýsingini er meira ítøkiligur og snýr seg um, hvørjar ítøkiligar arbeiðsuppgávur tað nýggja starvsfólkið fær.

Hesir spurningar eiga at verða svaraðir:

  • Hvørjar uppgávur skulu loysast fyri at náa úrslitum?
  • Eru viðurskifti, ið eru til frama fyri at loysa arbeiðsuppgávurnar, og eru viðurskifti, ið eru darvandi fyri uppgávuloysnina?

Førleikakrøv (bæði faklig og persónlig)
Her verður dentur lagdur á teir førleikar, sum eru neyðugir og ynskiligir, fyri at nýggja starvsfólkið skal náa úrslitum:

  • Hvørjir førleikar eru neyðugir í starvinum?
  • Hvørjir persónligir eginleikar skal viðkomandi hava fyri at loysa uppgávurnar?


 

     

 


 

.