Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Lýs starvið út í æsir
Netverk
At lýsa
Setanarsamrøðan
Ikki sett/ur í starv
Umsóknarbløð
Slóðir

At finna starvsfólk gjøgnum netverk

Virki og fyritøkur brúka í alt størri mun netverk (persónlig sambond, onkur, sum kennir onkran), tá ið starvsfólk verða funnin. Hetta er væl skiljandi, serliga í eini tíð, har skikkaðir umsøkjarar eru fáir í tali.

At brúka netverk er sera væl umtókt, og vit hoyra næstan bert um fyrimunirnar. Men  eisini vansar og fellur kunnu vera tengd at brúkinum av netverkum, tá ið talan er um at finna starvsfólk. Umvegis netverk fáa vit aloftast bert atgongd til fólk, ið eru meinlík teimum, sum vit longu hava sett í starv. Leita vit hinvegin eftir nýggjum førleikum og nýggjum bólkum av starvsfólki, er ikki ráðiligt at leita eftir starvsfólkum gjøgnum netverk.

Fyrimunir við at finna starvsfólk gjøgnum netverk
Ein av fyrimununum við at finna starvsfólk gjøgnum netverk er, at útreiðslurnar til blaðlýsingar og til møguliga ráðgeving fyri at finna starvsfólk, eru avmarkaðar.

Ein annar týðandi fyrimunur er, at starvsfólk, sum eru funnin gjøgnum netverk, ofta verða verandi í fyritøkuni longri enn tey, sum eru funnin á vanligan hátt.

Ein seinasti fyrimunur við at finna starvsfólk gjøgnum netverk er tíðarsparing. Tað er ikki neyðugt at brúka tíð til umsóknir ella til óneyðugar setanarsamrøður, tí at tey, sum koma til samrøðu, aloftast eru væl upplýst um eitt møguligt starv, og tey eru ofta sera væl skikkað.

Vansar við at finna starvsfólk gjøgnum netverk
Tað eru ofta persónar, ið líkjast hvørjum øðrum nógv, sum finna saman í netverk. Tey, ið finna starvsfólk gjøgnum netverk, kunnu hava lyndi til at finna fólk, sum eru meinlík teimum sjálvum. Tað vil siga, at tey leita innanfyri ein avmarkaðan part av arbeiðsmegini, sum er tøk. Hetta kann vera ein forðing fyri at finna teir røttu førleikarnar. 

Vansin við ikki at kunna nóg væl um eitt leyst starv er, at samband ikki fæst við tey best skikkaðu fólkini, sum kundu verið áhugað í starvinum, um tey høvdu havt kunnleika til, at tað var leyst at søkja.

At finna starvsfólk gjøgnum netverk
Alt fleiri fyritøkur hava serstakar bonus-skipanir til starvsfólkið, um tey megna at vísa til ein skikkaðan persón til eitt starv, sum skal setast. Tað er ikki óvanligt at brúka løntar netverksskipanir til at finna starvsfólk, til dømis við at gjalda ómaksløn, bonus ella serstakar starvsfólkaágóðar til starvsfólk, sum hjálpa fyritøkuni við at finna nýggjar starvsfelagar. Um ein fyritøka er sinnað at gjalda starvsfólki løn fyri at brúka tíð í ymsum yrkisligum netverkum, vita hesi starvsfólk eisini, nær møguligir umsøkjarar eru at finna.
 
Á starvsráðstevnum og á øðrum líknandi tiltøkum ber til hjá fyritøkunum at skipa eitt netverk millum eitt nú lesandi við at vera til staðar og práta við tey. Á henda hátt ber til at kunna um fyritøkuna og at halda seg dagførdan um, hvat lesandi leggja dent á, tá ið tey leita eftir starvi.