Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Lýs starvið út í æsir
Netverk
At lýsa
Setanarsamrøðan
Hóskandi karmar
Einsháttaður hópur?
Samrøðan
Fyrsta samrøðan
Onnur samrøða
Eftirmeting
Ikki sett/ur í starv
Umsóknarbløð
Slóðir

Ov einsháttaður starvsfólkahópur?

 

Summi, sum hava ábyrgd av at finna starvsfólk, hava lyndi til at taka fólk framum, sum líkjast teimum sjálvum ella teirra næstu samstarvsfólkum so nógv sum gjørligt (sonevnda Rip, Rap og Rup-ávirkanin). Hóast hetta er væl skiljandi og kanska ikki fer fram tilvitað, er hetta kortini nakað, sum eigur at verða havt í huga. Ikki fyrr enn tey, ið hava ábyrgd av at finna starvsfólk, gerast tilvitað um sín ótilvitaða framferðarhátt, hava tey møguleika fyri at broyta hendan framferðarhátt. Vilt tú royna at avdúka, um tú hevur lyndi til at finna starvsfólk, sum eru meinlík tær sjálvum/sjálvari, kanst tú byrja við at svara hesum fýra spurningunum:

  • Hevur tú tað seinasta árið sett fólk í starv við grundleggjandi áskoðanum, sum tú vart ósamd/ur í?
  • Hevur tú tað seinasta árið sett fólk í starv, sum tær ikki dámdi so væl, men sum vóru ótrúliga dugnalig til sítt arbeiði?
  • Hevur tú tað seinasta árið víst umsøkjarum burtur uttan nakra veruliga sakliga orsøk, men bert tí tey vóru øðrvísi?
  • Hevur tú tað seinasta árið víst burtur umsøkjarum, bert tí at tey rætt og slætt ikki ’hóskaðu’ til arbeiðsplássið?

Um svarið er nei til teir báðar fyrstu spurningarnar og ja til teir báðar seinnu, er hetta tekin um, at tú hevur mett tað vera týdningarmikið, at tað nýggja starvsfólkið skuldi vera sum vit onnur, møguliga við teirri avleiðing, at førleikar, sum kundu verið til stórt gagn fyri fyritøkuna, eru farnir fyri skeytið.