"Fráboðan um arbeiði"
Setur tú kross í nr. 2 á forsíðuni, skalt tú fylla út teigin "Fráboðan um arbeiði" á baksíðuni.
Tá tú boðar frá... Tá tú boðar frá, at tú hevur arbeitt, skulu dagarnir tilskilast hvør sær. Skriva hvussu nógvar tímar tú hevur arbeitt og inntøkuna í heilum krónum - íroknað frítíðarløn. Arbeiðsgevarin skal vátta upplýsingarnar við firma/virkisnavni (stempli), V-tali og undirskrift. Eru fleiri arbeiðsgevarar, skulu teir hvør sær vátta upplýsingarnar.
Arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð, vikuskifti og halgidagar, skal eisini skrivast á ALS-kortið.