Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Tín fráboðan
ALS-vika
Vátta arbeiðsloysi rættstundis
Alt skal vera í lagi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?
Tín fráboðan

Ein av treytumum fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul er, at tú váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni.

Tá tú váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni, fráboðar tú ALS um støðu tína sum arbeiðsleys/ur seinasta útgjaldsskeiðið, t.e. seinastu 14 dagarnar. Tú boðar frá, at tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum. Tú sigur frá A-inntøku og arbeiddum tímun, sjúku, farloyvi, frítíðarætlanum - ja, viðurskiftum yvirhøvur, sum kunnu ávirka arbeiðsloysisstuðulin.

Alt hetta er við til at tryggja, at rætta upphæddin verður útgoldin.