Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Sjálvstøðug vinnurekandi
Hvat er sjálvstøðug vinna?
Arbeiðsloysið skal prógvast
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?

Sjálvstøðug vinnurekandi

Fólk í sjálvstøðugari vinnu eru ikki við í kravdu arbeiðsloysisskipanini, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava sett á stovn. Kortini kunnu tey tryggja seg fíggjarliga móti arbeiðsloysi við at tekna eina sjálvbodna arbeiðsloysistrygging hjá ALS.

Tryggingin er fyri tey, sum eiga og arbeiða í egnum virki og/ella íognarfelag og sum hava sjálvstøðuga virksemið sum høvuðsvinnu. ALS ger eina nágreiniliga meting av, um vinnuvirksemið hjá umsøkjarum kemur undir hugtakið sjálvstøðug vinna.

Skal hava verið tryggjaður í 1 ár
ALS hevur eitt serligt umsóknarblað, sum tú skalt nýta, tá tú teknar eina trygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. ALS-gjaldið hjá sjálvstøðugum vinnurekandi er 3.000 kr. árliga. Sjálvstøðug vinnurekandi hava ikki rætt til at fáa arbeiðsloysisstuðul útgoldnan, fyrr enn tey hava havt tryggingina í 1 ár - uttan steðg.