|
 |
|
 |
 |
 |
Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
|
|
 |
|
|
 |
Arbeiðsleys og feria
Arbeiðsleys hava, eins og fólk í arbeiði, lógarfestan rætt til feriu við løn. Ferian er tilsamans 5 vikur, og frítíðarárið byrjar 2. mai. Í feriuni fært tú útgjald frá ALS sum vanligt, og tær nýtist ikki at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum.
Boða ALS frá tínum ynski um feriu umvegis Sjálvgreiðsluna, í telduposti til als@als.fo ella brævi. Boðast skal frá í minsta lagi 14 dagar, áðrenn ferian byrjar.
Hevur tú arbeitt í innvinningarárinum, sum er frá 1. apríl til 31. mars, eigur tú frítíðarløn til góðar. Ver varug/ur við, at frítíðarløn, ið verður útgoldin, ímeðan tú ert arbeiðsleys/ur, hevur við sær, at stuðulin verður skerdur.
|
|
 |
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|