Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Høvuðstreytir
Arbeiðstøkur í øllum landinum
Serlig undantøk
Skrásett/ur í starv.fo
Tú skalt søkja arbeiði
Treytir fyri fyrifallandi arbeiði
Arbeiðsleys og feria
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?

Treytir fyri fyrifallandi arbeiði

Møguligt er at hava fyrifallandi arbeiði, samstundis sum tú ert í ALS. Tá tú váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni upplýsir tú arbeiðstímarnar og inntøkuna íroknað frítíðarlønina. Arbeiðsloysisstuðulin verður so skerdur í mun til hetta.

Men so leingi tú fært stuðul frá ALS, hevur tú skyldu at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum. Hetta merkir, at sjálvt um tú hevur eitt fyrifallandi arbeiði, so mást tú altíð vera fús/ur at átaka tær arbeiði, sum ALS vísir á.

Arbeiðir tú so mikið, at tú einki útgjald fært frá ALS 4 útgjaldsskeið á rað, steðgar arbeiðsloysisstuðulin. Tá verður mett, at tú ikki ert arbeiðstøk/ur longur. Somuleiðis missir tú rættin til arbeiðsloysisstuðul, um tú 4 útgjaldsskeið á rað arbeiðir meira enn 25% av arbeiðstíðini hjá sama arbeiðsgevara - t.e. meiri enn 20 umroknaðar ella arbeiddar tímar í einum 14 daga útgjaldsskeiði. Teir umroknaðu tímarnir verða ásettir eftir lønarinntøkuni, og legg tær í geyma, at teir umroknaðu tímarnir kunnu geva eitt hægri tímatal enn teir veruligu arbeiðstímarnir.