Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Høvuðstreytir
Arbeiðstøkur í øllum landinum
Serlig undantøk
Skrásett/ur í starv.fo
Tú skalt søkja arbeiði
Treytir fyri fyrifallandi arbeiði
Arbeiðsleys og feria
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?

Tú skalt vera skrásett/ur í starv.fo

Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul skalt tú vera skrásett/ur sum arbeiðssøkjandi í arbeiðsávísingini hjá ALS, starv.fo. Persónar, sum ikki fáa arbeiðsloysisstuðul, men eru áhugaðir í at søkja sær starv, kunnu eisini vera skrásettir í starv.fo, um so er, at teir hava føroyskt p-tal.

Arbeiðsávísingin er millumliður millum teg, sum sóknast eftir arbeiði, og arbeiðsgevarar, sum hava tørv á fólki. Her verða m.a. arbeiðsroyndir, útbúgving og aðrir fakligir førleikar hjá arbeiðstøkum skrásettir.

Arbeiðsgevarar venda sær til arbeiðsávísingina hjá ALS, tá teimum tørvar fólk. Funnið verður síðani fram til fólk við neyðugu førleikunum, sum fáa boð um at venda sær til arbeiðsgevaran. Arbeiðsgevarin boðar síðani ALS frá, hvør er møtt/ur til starvssamrøðu, og hvør hevur fingið arbeiðið.

ALS kann krevja, at tú møtir til arbeiðis dagin eftir, at tú hevur fingið arbeiðstilboðið. Noktar tú uttan haldgóða grund at taka við arbeiði, sum ALS ávísir, fært tú karantenu í 4 vikur, og tá fært tú ongan arbeiðsloyisstuðul. Eisini verður ein meting gjørd av, um tú framhaldandi hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul.