Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Ber til at siga nei?
Um tú sigur nei
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari

Ber til at siga nei til ávíst arbeiði?

 

 

Arbeiðssøkjandi, ið fáa stuðul frá ALS
Um tínir skrásettu førleikar samsvara við ein fyrispurning frá einum arbeiðsgevara um arbeiðsmegi, ber ikki til at siga nei til eitt ávíst arbeiði, uttan at hetta fær avleiðingar fyri ALS-stuðulin.


Eingi fak- ella økismørk eru í sambandi við ávíst arbeiði, og Føroyar eru at rokna sum ein arbeiðsmarknaður.

ALS roynir altíð fyrst at ávísa tær arbeiði í økinum, tú býrt í, men er einki arbeiði har, verður arbeiði ávíst tær aðrastaðni í landinum.

Arbeiðssøkjandi uttan útgjald
Um tú er skrásett/ur sum arbeiðssøkjandi hjá ALS á starv.fo, og tú ikki fært útgjald frá ALS, fær tað ongar fylgjur fyri teg, um tú sigur nei til eitt ávíst arbeiði.

Tøkur

Ein høvuðstreyt fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul frá ALS er, at tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum.

Les meiri um treytirnar her.