Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Høvuðstreytir
Arbeiðstøkur í øllum landinum
Serlig undantøk
Skrásett/ur í starv.fo
Tú skalt søkja arbeiði
Treytir fyri fyrifallandi arbeiði
Arbeiðsleys og feria
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?
Tú skalt vera arbeiðstøkur í øllum landinum

Tú skalt vera tøk/ur til eitt og hvørt arbeiði, sum tú hevur fakligan førleika til, allastaðni í Føroyum. Ávísir ALS tær eitt arbeiði í Sumba, sum krevur júst tínar førleikar, ja so skalt tú vera fús/ur at fara til arbeiðis har, sjálvt um tú býrt í Havn - ella øvugt. ALS roynir tó altíð fyrst at finna persónar við ávísu førleikunum í økinum, har arbeiðið er, men kann ALS ikki vísa á persón í økinum, verður leitað aðrastaðni.

Kravið um, at tú skalt vera tøk/ur hevur t.d. við sær, at um tú hevur børn, sum krevja barnaansing, skalt tú hava eina ansingarloysn til teirra.



Eingi fakmørk

Tá tú ert arbeiðstøk/ur, eru eingi fakmørk. Tað vil siga, at tú ikki kanst nokta at átaka tær arbeiði við teirri grundgeving, at tú hevur ov góða útbúgving ella ov nógvar arbeiðsroyndir.

Sjálvandi eru størv, sum krevja serliga útbúgving ella serkunnleika. Ein arbeiðsleysur dekkari verður t.d. ikki settur at undirvísa á einum studentaskúla, um hann ikki hevur førleika til hetta arbeiðið.