Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Høvuðstreytir
Arbeiðstøkur í øllum landinum
Serlig undantøk
Skrásett/ur í starv.fo
Tú skalt søkja arbeiði
Treytir fyri fyrifallandi arbeiði
Arbeiðsleys og feria
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?
Høvuðstreytir fyri arbeiðsloysisstuðli

Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul skalt tú:

1.       kunna prógva, at tú ert arbeiðsleys/ur

2.       vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum allastaðni í Føroyum

3.       vera fylt/ur 16 ár, men ikki 67

4.       búgva í Føroyum

5.       vera før/ur fyri at arbeiða

Arbeiðsleys/ur merkir, at tú ikki hevur tilknýti til nakran arbeiðsgevara. Hetta prógvar tú við uppsøgn til ella frá seinasta arbeiðsgevara.

Tøk/ur merkir, at tú:

  • kanst byrja arbeiði, dagin eftir at tað er ávíst
  • kanst møta hjá ALS, dagin eftir at tú ert boðsend/ur
  • váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni 
  • sjálv/ur søkir arbeiði

Arbeiðsfør/ur merkir:

  • at tú ert frísk/ur og at tú uttan avmarkingar kanst átaka tær eitt og hvørt fulldagsstarv, sum tú hevur fakligan førleika til.

Forðar heilsan tær at gera ávíst arbeiði, skalt tú hava læknaváttan um, at arbeiðsførleikin er avmarkaður.

Tey, sum ikki eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, hava ikki rætt til arbeiðsloysisstuðul.

Sostatt fellur tú uttan fyri ALS, um so er at tú:

  • ert í barnsburðarfarloyvi
  • hevur rætt til sjúkradagpening
  • hevur rætt til útbúgvingarstuðul
  • hevur rætt til avlamispensjón
  • hevur rætt til samsýning fyri at ansa óhjálpnum heima
Tøkur
Høvuðstreytin fyri at fáa arbeiðsloysisstuðúl frá ALS er, at tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum.

Sum meginregla eru eingi undantøk fyri at vera tøk/ur.