Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Tá tú søkir um arbeiðsloysisstuðul
Uppgev rættar upplýsingar
Umsókn og váttanir
Vátta arbeiðsloysi og starv.fo-kalendarin
Karantena
Nær kemur útgjaldið?
Hvussu nógv og hvussu leingi?
Tá ið tú fært eitt arbeiði
Tá tú søkir inn aftur
Tú kanst flyta millum A-kassar
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?
Tá tú søkir inn aftur

Hevur tú fingið arbeiðsloysisstuðul frá ALS áður, er ikki altíð neyðugt at fylla alt umsóknarblaðið út aftur av nýggjum. Men nýggj umsókn skal altíð latast inn.

Tað er t.d. ikki altíð neyðugt at upplýsa arbeiðsroyndir, útbúgving, skeið v.m., sum tú áður hevur upplýst ALS. Tú eigur bert at upplýsa um tær broytingar, sum eru í mun til upplýsingar, tú áður hevur givið. Men allir aðrir spurningar á umsóknarblaðnum skulu altíð svarast og sendast ALS.

Tað er týdningarmikið at boða ALS frá sum skjótast, at tú ert arbeiðsleys/ur. Ikki fyrr enn ein skrivlig fráboðan er móttikin, verður tú mett/ur sum arbeiðsleys/ur. Sum nevnt omanfyri, skal ein umsókn altíð fyllast út og sendast ALS, men um tú eisini boðar frá umvegis Sjálvgreiðsluna á heimasíðu okkara, við telduposti á als@als.fo ella brævi, verður arbeiðsloysið staðfest frá tí degi, ALS móttekur fráboðanina.

Tú finnur umsóknarblaðið um arbeiðsloysisstuðul her.

Minst til, at tú hevur skyldu til at boða frá broytingum í viðurskiftum tínum, sum kunnu hava týdning fyri ALS.