Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Tá tú søkir um arbeiðsloysisstuðul
Uppgev rættar upplýsingar
Umsókn og váttanir
Vátta arbeiðsloysi og starv.fo-kalendarin
Karantena
Nær kemur útgjaldið?
Hvussu nógv og hvussu leingi?
Tá ið tú fært eitt arbeiði
Tá tú søkir inn aftur
Tú kanst flyta millum A-kassar
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?
Tá ið tú fært eitt arbeiði

Tú hevur skyldu at boða frá øllum broytingum og viðurskiftum annars, sum kunnu ávirka støðu tína.

Sig ALS frá, um tú t.d.:

  • fært arbeiði, uttan mun til tímatal og inntøku
  • byrjar sjálvstøðugt vinnuvirksemi
  • fert í feriu, á sjúkrahús, á viðgerðarstovn ella annað
  • flytir úr Føroyum
  • fert á skeið
  • fert í útbúgving, ið fer fram í vanligari arbeiðstíð
  • missir arbeiðsførleikan ella arbeiðsførleikin verður skerdur
  • fært rætt til lógartryggjaða veiting
  • fært ikki møtt til ásetta tíð hjá arbeiðsgevara ella ALS
  • broytir telefonnummar

Sig kommunuskrivstovuni frá, um tú:

  • broytir bústað
Minst til at siga farvæl!

Tú skalt altíð boða ALS frá, tá tú fært arbeiði, fert í skúla ella av øðrum grundum ikki ert arbeiðsleys/ur longur.

Tú fráboðar tína broyttu støðu í Sjálvgreiðsluni her á heimasíðuni.