Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Tá tú søkir um arbeiðsloysisstuðul
Uppgev rættar upplýsingar
Umsókn og váttanir
Vátta arbeiðsloysi og starv.fo-kalendarin
Karantena
Nær kemur útgjaldið?
Hvussu nógv og hvussu leingi?
Tá ið tú fært eitt arbeiði
Tá tú søkir inn aftur
Tú kanst flyta millum A-kassar
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?
Vátta arbeiðsloysi og starv.fo-kalendarin

Øll, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, skulu vátta arbeiðsloysi her. Vegleiðing um, hvussu tú váttar arbeiðsloysi, finst her. Tá ið tú ert komin í ALS, fært tú eitt bræv sendandi frá okkum. Í brævinum er upplýst brúkaranavn og loyniorð, sum skal brúkast, tá ið tú váttar arbeiðsloysi. 

Við at vátta arbeiðsloysi váttar tú støðu tína á arbeiðsmarknaðinum í einum undanfarnum 14 daga skeiði - eitt nú um tú hevur havt nakra lønarinntøku hesa tíðina. Upplýsingarnar verða nýttar at rokna út, hvussu nógvan arbeiðsloysisstuðul tú skalt hava fyri 14 daga útgjaldsskeiðið.

Tú váttar arbeiðsloysi aðruhvørja viku, sí ALS-vikurnar í starv.fo-kalendaranum her. ALS-vikan byrjar mánamorgun (kl. 0.00) og endar fríggjadag kl. 12.00. Í kalendaranum sært tú allar ALS-vikurnar og útgjaldsdagarnar í árinum.