Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Tá tú søkir um arbeiðsloysisstuðul
Uppgev rættar upplýsingar
Umsókn og váttanir
Vátta arbeiðsloysi og starv.fo-kalendarin
Karantena
Nær kemur útgjaldið?
Hvussu nógv og hvussu leingi?
Tá ið tú fært eitt arbeiði
Tá tú søkir inn aftur
Tú kanst flyta millum A-kassar
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?
Umsókn og váttanir

Fyri at fáa stuðul skalt tú fylla út eina umsókn um arbeiðsloysisstuðul. Umsóknin fæst her og á skrivstovuni hjá ALS. Upplýsingarnar í umsóknini eru við til at staðfesta, um tú hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul og verða nýttar sum grundarlag at ávísa tær annað arbeiði.

Í umsóknini sigur tú t.d. frá, hvørjar arbeiðsroyndir og hvørja útbúgving tú hevur, og hvat arbeiði, tú kundi hugsað tær. Fylgiskjøl skulu leggjast við umsóknini sum vátta, um tú ert søgd/sagdur úr starvi ella sjálv/ur hevur sagt upp - t.v.s. avrit av uppsøgn til ella frá arbeiðsgevara. ALS útvegar upplýsingarnar um tíni inntøkuviðurskifti frá Taks.

Tað er umráðandi, at umsóknin um arbeiðsloysisstuðul og fylgiskjøl eru í lagi. Vanta upplýsingar og skjøl, fært tú boð frá ALS um hetta. ALS kann loyva eini 14 daga freist at útvega próvførslu. Hevur ALS einki frætt frá tær, tá freistin er úti, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul burtur.