Ert tú arbeiðsleysur, kanst tú lesa meira um tíni rættindi og skyldur her
Hvat er arbeiðsloysisstuðul?
Soleiðis kemur tú í ALS
Tá tú søkir um arbeiðsloysisstuðul
Uppgev rættar upplýsingar
Umsókn og váttanir
Vátta arbeiðsloysi og starv.fo-kalendarin
Karantena
Nær kemur útgjaldið?
Hvussu nógv og hvussu leingi?
Tá ið tú fært eitt arbeiði
Tá tú søkir inn aftur
Tú kanst flyta millum A-kassar
Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli
Sjálvstøðug vinnurekandi
Umsóknarbløð
Vátta arbeiðsloysi
Útgjaldsdagar
ALS-kalendarin
ALS-farloyvi
ALS-gjaldið
Mest spurdu spurningar
Fiskimenn
Uttanlands?
Tá tú søkir um arbeiðsloysisstuðul

Send ALS eina skrivliga fráboðan. Hetta kann gerast á Sjálvgreiðsluni hjá okkum her á heimasíðuni, eisini ber til at senda okkum ein teldupost á als@als.fo ella eitt bræv við boðum um, at tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum frá ávísum degi at rokna. Tú kanst sjálvandi eisini koma inn á skrivstovuna hjá ALS við fráboðanini.

Boða frá sum skjótast. Í eygunum á ALS ert tú ikki arbeiðsleys/ur, fyrr enn tú hevur boðað frá skrivliga, og tí kann tað kosta arbeiðsloysisstuðul, um tú drálar.

Arbeiðsloysið verður staðfest frá tí degi, ALS fær skrivligu fráboðanina. Hetta er treytað av, at tú annars lýkur treytirnar um at fáa arbeiðsloysisstuðul. Gloym ikki, at ALS kann ávísa tær eitt arbeiði, so skjótt tú hevur boðað frá, at tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum, og tað kann vera, áðrenn tú hevur fingið stuðul útgoldnan.

Møguligt tilknýti til arbeiðsgevara skal vera lokið, áðrenn tú kanst rokna teg sum arbeiðsleysa/n.
Umsókn
Tú kanst fráboða ALS, at tú ert arbeiðsleys/ur við at útfylla og senda inn Umsókn um arbeiðsloysisstuðul.

Umsóknarblaðið fær tú her.