Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðsgevari
Arbeiðsfólk frá ávísingini
starv.fo
Vegleiðing - finn starvsfólk
Lýs starvið út í æsir
Netverk
At lýsa
Setanarsamrøðan
Ikki sett/ur í starv
Umsóknarbløð
Slóðir

At lýsa eftir nýggjum starvsfólki

Ein nágreinilig starvslýsing ger tað lætt at orða eina lýsing eftir starvsfólki, sum bæði fær skikkaðar umsøkjarar til at søkja, og sum fær illa skikkaðar umsøkjarar til at lata vera við at søkja. Við upplýsingunum í starvslýsingini verður munandi lættari at velja móttakarabólk, at orða lýsingina eftir starvsfólki og at velja, hvørjir miðlar skulu brúkast til at lýsa í.

Orðing av málbólki
Tað er týdningarmikið, at orðingin av málbólki er greið. Hvørji eru tey, sum vit fegin vilja hava fatur á við hesi lýsing eftir starvsfólki? Fáa vit fatur á teimum, sum vit fegin vilja hava fatur á? Og kunnu vit vera vís í, at vit ikki avmarka móttakarabólkin, so at hann ikki fevnir um tey, sum vit fegin vilja hava fatur á? Fyri at fáa svar uppá hesar og líknandi spurningar er neyðugt at gera sær greitt, hvørjir førleikar eru ynskiligir, og møguliga eisini hvar tað ber til at finna slíkar førleikar.

Orðing av lýsing eftir starvsfólki
Tá ið ein lýsing eftir starvsfólki verður orðað, er neyðugt at hugsa um fleiri ymisk viðurskifti fyri at røkka øllum teimum, sum vit ynskja at røkka.

Tað er týdningarmikið, at tað lættliga skilst, hvørji arbeiðsøki starvið fevnir um, og hvørjir fakligir førleikar eru neyðugir fyri at røkja starvið. Tað er eisini eitt gott hugskot at eggja øllum til at søkja starvið uttan mun til kyn, etniskan uppruna ella átrúnað.

Ein annar møguleiki er at seta ein tekst niðast í lýsingina eftir starvsfólki, har virkið ella fyritøkan verður lýst nærri, eisini við leinkju til eina møguliga heimasíðu, so at umsøkjarin hevur møguleika at fáa betri vitan um fyritøkuna, áðrenn viðkomandi verður boðin til samrøðu.

Lýsing eftir starvsfólki - hvar?
Tá ið lýsingin eftir starvsfólki er orðað, er tað eitt gott hugskot at fáa sær innlit í, hvussu umsøkjarar kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Tað er altíð eitt gott hugskot at lýsa á starv.fo, av tí at hesin starvsportalurin er sera væl vitjaður, og av tí at arbeiðssøkjandi frá øllum starvsgreinum kunnu finna arbeiði her.

Fakligir serfrøðingar kunna seg aloftast í fakbløðum og í tíðarritum. Leiðarar kunna seg eisini í fjølmiðlunum. Tímalønt halda eyga við arbeiðsmøguleikum í bløðunum. Harumframt kunna nærum allir málbólkar seg um starvsmøguleikar umvegis teir nógvu portalarnar og leitimaskinurnar á internet

starv.fo
"Her finnur tú títt starv ella starvið finnur teg"

starv.fo er ein portalur, har tey, ið søkja eftir arbeiði, og tey, ið leita eftir arbeiðsmegi, finna hvønn annan.

starv.fo verður umsitin av ALS.