Ert tú knýttur at fiskavirki í skipanini, hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul
Treytir
Tíðarbundin steðgur
Útrokningargrundalagið
FV-dagar (tíðarskeið)
Stuðulin
Mest loyvda dagatal
Umsóknarbløð
Útgjaldsdagar
FV-kortið
Soleiðis fyllir tú FV-kortið út
Hvør skal lata FV-kortið inn?
Tín fráboðan
Hvar/nær skal kortið latast inn?
Soleiðis fært tú FV-kortið
Tú og fiskavirkið vátta
Lat FV-kortið inn rættstundis
Kvittanin er tín trygd
Alt skal verða í lagi
Tilknýtið hildið uppat

Alt skal vera í lagi

Er FV-kortið ikki rætt útfylt ella vanta upplýsingar, fært tú kortið aftur. Stuðul verður ikki útgoldin, fyrr enn alt er í lagi. Fært tú stuðul, sum tú veitst, at tú ikki hevur rætt til, hevur tú skyldu at boða ALS frá hesum beinanvegin.

Tað er álvarsamt at geva skeivar upplýsingar ella at tiga um umstøður, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Hetta ber í sær, at upphæddir, sum eru útgoldnar av órøttum, verða kravdar afturgoldnar, og tú kanst verða revsað/ur við sekt ella hefti. ALS kann útvega upplýsingar frá myndugleikum, arbeiðsgevarum og fakfeløgum til tess at tryggja sær, at rætt verður útgoldið.