Ert tú knýttur at fiskavirki í skipanini, hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul
Treytir
Tíðarbundin steðgur
Útrokningargrundalagið
FV-dagar (tíðarskeið)
Stuðulin
Mest loyvda dagatal
Umsóknarbløð
Útgjaldsdagar
FV-kortið
Soleiðis fyllir tú FV-kortið út
Hvør skal lata FV-kortið inn?
Tín fráboðan
Hvar/nær skal kortið latast inn?
Soleiðis fært tú FV-kortið
Tú og fiskavirkið vátta
Lat FV-kortið inn rættstundis
Kvittanin er tín trygd
Alt skal verða í lagi
Tilknýtið hildið uppat

Lat FV-kortið inn rættstundis!

 

Tað er sera umráðandi, at FV-kortið verður latið inn teir dagar, sum ALS hevur ásett, hvørki fyrr ella seinni. Verður kortið t.d. latið inn ein dag ov tíðliga ella tveir dagar ov seint, so missir tú stuðulin í ávikavist ein og tveir dagar. So tað ræður um at lata FV-kortið inn rættstundis. Dagarnir, tá ið FV-kortið skal latast inn, verða nevndir FV-dagar; virkið, tú arbeiðir hjá, hevur eitt yvirlit yvir nær hesir dagar eru.

Letur tú FV-kortið inn ov tíðliga, verður útgjaldið fyri tað tal av døgum, tú ert ov tíðliga, drigið frá útgjaldinum.

 

Letur tú FV-kortið inn ov seint, verður útgjaldið fyri sama tal av døgum drigið frá útgjaldinum, FV-kortið fevnir um.