Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
starv.fo
Váttan til Almannastovuna
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari

starv.fo

Um tú ynskir at verða skrásett/ur sum arbeiðssøkjandi í arbeiðsávísingini hjá Arbeiðsloysisskipanini, far so inn á heimasíðuna starv.fo.

starv.fo er arbeiðsávísingin hjá Arbeiðsloysisskipanini. Øll arbeiðssøkjandi við føroyskum p-tali kunnu ókeypis skráseta seg í hesari skipan. Tað einasta, sum krevst, er atgongd til teldu við internet-sambandi.

Á starv.fo kanst tú uttan stórvegis hóvasták skráseta títt CV. Tú fert inn undir teigin Arbeiðstakari, sum er ytst til vinstru á skíggjanum, og fylgir síðani vegleiðingini.

Øll arbeiðssøkjandi eru dulnevnd á starv.fo. Arbeiðsgevarar síggja ikki navn títt, fyrr enn tú svarar møguligum áheitanum frá arbeiðsgevarum.

Um tú ynskir, at navn títt skal koma fram, tá ið ein arbeiðsgevari vísir CV tínum áhuga, ber til at gera vart við hetta á starv.fo.

Arbeiðsgevarar, sum fáa atgongd til skipanina, skulu frammanundan vátta, at upplýsingar um arbeiðssøkjandi bert verða brúktar í sambandi við arbeiðstilboð.

Skipanin er í samsvari við ásetingar í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum.

Fyri at fáa mest møguligt gagn burturúr starv.fo er týdningarmikið, at tú kannar tín teldupost regluliga.

Skrásetingarskjal

Um tú av eini ella aðrari orsøk ikki hevur møguleika fyri at skráseta teg á starv, kunnu vit í avísingini gera tað fyri teg.

Útfyll eitt skrásetingarskjal og send okkum tað.

Skrásetingarskjalið finnur tú her.