Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
KUNNGERÐ
um sjálvbodna arbeiðsloysistrygging fyri løntakarar
Við heimild í § 13 í løgtingslóg nr. 113 frá 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Rætt til at tekna trygging hava persónar, sum hava inntøku frá útlendskum arbeiðsgevara, ið ikki er A-inntøka, og sum annars lúka treytirnar í løgtingslóg nr. 113 frá 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, við seinni broytingum, um so er, at inntøkan eftir skattalógini hevði verið A-inntøka, um arbeiðsgevarin hevði heimting her á landi.


Upptøka og skjalprógv

§ 2. Umsókn um trygging skal latast Arbeiðsloysisskipanini. Í umsóknini skal umsøkjarin vátta at lúka treytirnar í § 1, og kann Arbeiðsloysisskipanin krevja skjalprógv fyri hesum.
Stk. 2. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn. Harumframt skal viðkomandi fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Umsóknarblaðið við neyðugum upplýsingum skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at viðkomandi hevur fingið boð frá Arbeiðsloysisskipanini um at útfylla og undirskriva umsóknarblaðið. Annars fellur umsóknin um upptøku burtur.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevnd í stk. 3.

Gjald

§ 3. Gjaldið til sjálvbodnu tryggingina er kr. 3.000 árliga.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað Arbeiðsloysisskipanini árliga frammanundan. Gjaldast skal fyrstu ferð, samstundis sum tryggingin verður teknað, og verður síðani rindað Arbeiðsloysisskipanini einaferð árliga eftir uppkravi.
Stk. 3. Kemur tryggingin ikki í gildi við ársbyrjan, skal fyrstu ferð rindast eitt lutfalsligt gjald av árliga gjaldinum.

§ 4. Er tryggingartakari í eftirstøðu, og Arbeiðsloysisskipanin hevur sent honum áminning við boðum um, at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send, og eftirstøðan framvegis ikki er goldin, tá freistin er farin, fer tryggingin úr gildi.

Útgjald

§ 5. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi 1 ár, áðrenn tryggjaði hevur rætt til útgjald.

§ 6. Viðvíkjandi útgjaldi av arbeiðsloysisstuðli, arbeiðsávísing og arbeiðsskapandi tiltøkum, kærum og reglum annars er løgtingslóg nr. 113 frá 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, við seinnni broytingum, og við tilhoyrandi kunngerðum galdandi. Tó verður útrokningargrundarlagið móttikna lønarinntøkan, sum ikki er A-inntøka eftir skattalógini.


§ 7. Í samband við útgjald av arbeiðsloysisstuðli kann Arbeiðsloysisskipanin krevja skjalprógv fyri inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar.


§ 8. Tá tryggingartakarin fær rætt til útgjald av arbeiðsloysisstuðli, heldur gjaldsskyldan til sjálvbodnu tryggingina uppat, við endan av tí mánaðinum rætturin til arbeiðsloysisstuðul varð staðfestur.
Stk. 2. Heldur gjaldsskyldan ikki uppat við ársenda, verður eitt lutfalsligt gjald av árliga gjaldinum endurrindað.

Uppsøgn

§ 9. Tann tryggjaði hevur rætt til skrivliga at siga upp tryggingina við einari freist uppá ein mánað til tann fyrsta í einum mánaði.
Stk. 2. Fer tryggingin ikki úr gildi við ársenda, verður eitt lutfalsligt gjald av árliga gjaldinum endurrindað.

Aðrar reglur

§ 10. Fer sjálvbodna tryggingin úr gildi, kann inntøka, tryggjað eftir hesari kunngerð, takast við í útrokningargrundarlagið eftir vanligu skipanini sum A-inntøka eftir teimum har galdandi reglum.

§ 11. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 2006.

Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina 15. oktober 2005
Alfred Petersen (sign.) formaður /Ernst Jacobsen (sign.)