Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
KUNNGERÐ
um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi

Við heimild í § 12, stk. 2 og 6 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verður ásett:

Rætt at tekna trygging
§ 1. Rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugt vinnurekandi hevur tann, sum:
  1. hevur bústað í Føroyum, og
  2. hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi.

Sjálvstøðug vinna
§ 2. Sjálvstøðugur vinnurekandi er persónur, sum rekur vinnu fyri egna rokning og ábyrgd, hevur tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu og við tí endamáli at fáa fíggjarligan vinning.
Stk. 2. Arbeiðsloysisskipanin ger nágreiniliga meting av, um vinnan er sjálvstøðug. Sum meginregla er talan um sjálvstøðuga vinnu, tá ið tann vinnurekandi:
Hevur fólk í starvi, hevur skattafrádrátt fyri rakstrarútreiðslur og avskrivingar av rakstrargøgnum sambært reglunum fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, og verður skattaður av yvir-/undirskoti av virkinum,
er mvg-skrásettur, ella er íognari í íognarfelag.

Upptøka - skjalprógv
§ 3. Trygging kann teknast frá tí degi, tann vinnurekandi veruliga er farin undir sjálvstøðuga vinnu. Í sambandi við umsóknina skal tann vinnurekandi vátta at lúka treytirnar í §§ 1 og 2. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 2. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn. Tann vinnurekandi skal harumframt fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Umsóknarblaðið við neyðugum upplýsingum skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann vinnurekandi hevur biðið um upptøkuna. Annars fellur umsóknin um upptøku burtur.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevnd í stk. 3.

Inngjald
§ 4. Gjaldið til tryggingina er kr. 3.000,- árliga.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað Arbeiðsloysisskipanini árliga frammanundan. Gjaldast skal fyrstu ferð, samstundis sum tryggingin verður teknað, og verður síðani rindað Arbeiðsloysisskipanini einaferð árliga eftir uppkravi.
Stk. 3. Er tryggingartakari í eftirstøðu, og Arbeiðsloysisskipanin hevur sent viðkomandi áminning við boðum um, at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send, og eftirstøðan framvegis ikki er goldin, fer tryggingin úr gildi.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at upplýsingarnar í hesi grein skulu váttast av løggildum ella skrásettum grannskoðara.
Stk. 5. ALS-gjøld sambært hesi grein kunnu krevjast inn við panting.

Uppathald av sjálvstøðugum vinnuvirksemi
§ 5. Tann, ið er tryggjaður sum sjálvstøðugur vinnurekandi, verður mettur at vera arbeiðsleysur, tá ið persónliga arbeiði hansara í virkinum er hildið uppat meira enn bráðfeingis, og hann er frámeldaður almennum skráum sum sjálvstøðugur vinnurekandi, uttan so, at framhaldandi skrásetingin ikki kemst av framhaldandi vinnu sum sjálvstøðugur vinnurekandi.

§ 6. Tað persónliga arbeiðið sum sjálvstøðugur vinnurekandi verður mett at vera hildið uppat meira enn bráðfeingis, tá ið skjalprógvað verður, at vinnuvirkið er endaliga avhendað, ella virksemið er endaliga steðgað.
Stk. 2. Vinnuvirksemið kann verða mett uppathildið innan endaliga avhending ella steðg, um tann vinnurekandi skjalprógvar at vera forðaður í framhaldandi at reka virkið.
Stk. 3. Verður vinnuvirkið selt á tvingsilssølu, kann tann vinnurekandi verða mettur at vera hildin uppat innan tvingsilssøluna, um so er, at skjalprógvað verður, at:

  1. Áheitan um tvingsilssølu er latin fútarættinum,
  2. vinnuvirkið er yvirtikið sum nýtiligt veð og/ella verður fyrisitið av veðhavara, og
  3. 3. vinnuvirkið verður rikið uttan hjálp frá tí vinnurekandi og/ella hjúnafelaga/sambúgva og/ella ómyndugum børnum.
    Tað er somuleiðis ein treyt, at viðkomandi skrivliga váttar at fráboða Arbeiðsloysisskipanini, um broytingar eru í teimum í nr. 1-3 nevndu viðurskiftum, og tá vinnuvirkið er selt á tvingsilssølu.
    Stk. 4. Viðkomandi lýkur ikki treytirnar í stk. 1-3, við at avhenda vinnuvirkið til hjúnafelaga/sambúgva og/ella ómyndug børn.

Útgjald
§ 7. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin sjálvstøðugi vinnurekandi hevur rætt til útgjald.
Stk. 2. Tann tryggjaði hevur bert rætt til útgjald, um viðkomandi er tøkur á arbeiðsmarknaðinum sambært § 3 í kunngerðini um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli.
Stk. 3. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er kr. 240.000 fyrstu 253 útgjaldsdagarnar og hereftir kr. 225.000. Frádrigin hesi upphædd verða tænastumannapensjónir, umframt aðrar líknandi eftirlønir, sum verða skattaðar sum A-inntøka, tó ikki fyritíðarpensjónir. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við 253. Arbeiðsloysisstuðulin um tíman er í mesta lagi hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul, býttur við 8.

Uppsøgn
§ 8. Tann tryggjaði hevur rætt at siga upp tryggingina við einari uppsagnarfreist upp á ein mánað.
Stk. 2. Skrivlig uppsøgn skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi seinast í mánaðinum frammanundan tí fyrsta, sum uppsagnarfreistin sambært stk. 1 byrjar.

Reglur annars
§ 9. Tann tryggjaði hevur skyldu at boða frá øllum broytingum í viðurskiftum hansara, sum kunnu ávirka tryggingarviðurskiftini, herundir sum kunnu broyta støðuna hjá viðkomandi sum sjálvstøðugt vinnurekandi.

§ 10. Tryggingar, ið eru teknaðar, áðrenn henda kunngerð er komin í gildi, koma undir reglurnar í hesi kunngerð dagin eftir, at hon er lýst.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá stýrinum fyri ALS um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi, dagfest 26. november 1999, við seinni broytingum.

Vinnumálaráðið, tann 3. november 2009

Johan Dahl, landsstýrismaður /Arne Poulsen