Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Útgjaldskunngerðin (gomul)
Broyting í kunngerð
Broyting í kunngerð
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
KUNNGERÐ
um broyting í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli

§ 1. Í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli, dagfest 26. november 1999, verður henda broyting gjørd í § 7:

Frítíðarløn
- skerjing og endurrindan


Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn, sum tann arbeiðsleysi fær útgoldna í útgjaldsskeiðum.
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn sambært stk.1 eftir somu reglum, sum arbeiðsloysisstuðulin verður skerður við A-inntøkum sambært § 6.
Stk. 3. Tann, ið ikki longur er arbeiðsleysur, kann fáa endurrindaðan arbeiðsloysisstuðul, ið er skerdur eftir stk. 1 og 2, sambært hesum treytum:
  1. Viðkomandi skal sambært løgtingslóg um frítíð við løn hava rætt til frítíð í sama frítíðarári, sum skerjingin er framd fyri. Hildin frítíð sambært § 14, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, verður mett sum nýtt frítíð,
  2. viðkomandi skal í sama frítíðarári halda frí frá arbeiði sínum og skjalprógva við váttan frá arbeiðsgevara, at so er, umframt hvussu long frítíðin er, og
  3. viðkomandi fær í mesta lagi endurrindað tað tímatal, sum arbeiðsloysisstuðul ikki er goldin fyri, við støði í sama útrokningargrundarlagi, sum nýtt er í sambandi við skerjingina.
§ 2. Henda kunngerð fær gildi frá 1. mai 2000.

Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 23. mars 2000 Karin Kjølbro (sign.)formaður / Elisabeth O. Gaardbo (sign.)