Her fæst kunning um stovnin ALS og virksemi okkara
Tíðindi
Ársroknskapur
Lóg
Kunngerðir
Útgjaldskunngerðin
Útgjaldskunngerðin (gomul)
Broyting í kunngerð
Broyting í kunngerð
Fiskavirkiskunngerðin
Farloyvisstuðul
Sjálvstøðug vinnurekandi
ALS-gjald
Sjálvboðin trygging løntakarar
Kunngerð fiskimenn
Stýrið fyri ALS
Starvsvenjing
Gamlar kunngerðir
Slóðir
Umsóknarbløð
Kærunevndin
Starvslýsingar
Dulnevnd fráboðan
Um ALS
KUNNGERÐ
um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli

Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, § 14, stk. 2 og 3, og § 16, stk. 4 og 5, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:

Rætt til útgjald

§ 1. Tann arbeiðsleysi skal lata Arbeiðsloysisskipanini skrivliga umsókn um arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Umsóknin skal innihalda fráboðan um, at viðkomandi er arbeiðsleysur, og tann arbeiðsleysi skal prógva at so er, t.d. við:
  1. Uppsøgn frá arbeiðsgevara.
  2. Uppsøgn til arbeiðsgevara. Arbeiðsloysisskipanin kann biðja arbeiðsgevaran vátta uppsøgnina.
  3. Í serligum førum aðrari próvførslu, sum eftir meting Arbeiðsloysisskipaninnar kann nýtast til at staðfesta, at viðkomandi eftir galdandi reglum millum viðkomandi og arbeiðsgevaran, er leysur av sínum arbeiði vegna munandi mishald frá arbeiðsgevarans síðu.
Stk. 3. Harumframt skal tann arbeiðsleysi geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir neyðugar fyri at veita arbeiðsloysisstuðul og arbeiðsávísing. Hesar upplýsingar skulu gevast á serligum umsóknarblað, sum Arbeiðsloysisskipanin flýggjar tí arbeiðsleysa.
Stk. 4. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin frá tí degi, tann arbeiðsleysi letur Arbeiðsloysisskipanini umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1, fráboðan og próvførslu sambært stk. 2 og upplýsingar sambært stk. 3, tó treytað av, at aðrar reglur í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing ella kunngerðum ikki forða útgjaldi. Arbeiðsloysisskipanin kann tó loyva eina 14 daga freist til tann arbeiðsleysa at útvega próvførslu sambært stk. 2, nr. 1 til 3 og upplýsingarnar sambært stk. 3. Um tann arbeiðsleysi ikki innan freistina hevur givið Arbeiðsloysisskipanini ásettu próvførsluna og upplýsingarnar, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1 burtur.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevnd í stk. 4.

§ 2. Tøkur á arbeiðsmarknaðinum er tann, sum:
  1. Ikki hevur tilknýti til arbeiðsgevara,
  2. er sinnaður at átaka sær eitt og hvørt arbeiði, ávíst av Arbeiðsloysisskipanini, og sum viðkomandi hevur fakligan førleika til,
  3. seinast dagin eftir, um eitt arbeiði verður ávíst, kann byrja hetta arbeiði til ásetta tíð,
  4. seinast dagin eftir, um boð verða givin um hetta, kann møta hjá Arbeiðsloysisskipanini til ásetta tíð,
  5. letur inn ALS-kort sambært § 5,
  6. í rímiligan mun er arbeiðssøkjandi. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja próvførslu fyri, at viðkomandi søkir arbeiði, sum er leyst,
  7. ikki kemur undir ásetingarnar í § 6, stk. 4 og 5,
  8. ikki er í útbúgving í normalarbeiðstíðini, sí tó stk. 7, og
  9. ikki er sjálvstøðugur vinnurekandi sambært kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi.
Stk. 2. Tann arbeiðsleysi hevur skyldu at átaka sær eitt og hvørt arbeiði í Føroyum. Undantak frá hesum verður t.d. ikki givið hóast:
  1. Ferðasambandið ikki loyvir dagligari ferðing millum arbeiðspláss og bústað,
  2. arbeiðið ikki hevur áhuga, t.d. vegna slag av arbeiði, arbeiðstíðum ella lønarviðurskiftum, ella
  3. viðkomandi ikki fær møtt vegna vantandi barnaansing.
Hetta er eisini galdandi fyri arbeiði umborð á skipi.

Stk. 3. Undantak frá stk. 1, nr. 3 og 4 kann tó verða givið, um:

  1. Almenna ferðasambandið ikki virkar vegna t.d. verkfall ella ringt veður, ella
  2. viðkomandi ikki fær møtt vegna sjúku, sum kann staðfestast við læknaváttan.
Stk. 4. Undantak frá stk. 1, nr. 2 og 3 og stk. 2 kann í serligum førum verða givið:
  1. Um lønin fyri ávísta arbeiði er lægri enn sáttmálalønin fyri slíkt arbeiði,
  2. um daglig ferðing til og frá arbeiði ikki er møgulig, og bústaðarviðurskiftini á staðnum, har arbeiðið er, eru sera vánalig, ella
  3. um talan er um serliga vánaligar ferðamøguleikar til og frá arbeiði, og viðkomandi er einligur við smærri børnum
Stk. 5. Tann, sum t.d. hevur rætt til niðanfyri standandi veitingar, er ikki tøkur á arbeiðsmarknaðinum:
  1. Barnsburðarfarloyvi sambært løgtingslóg um dagpengar og barsilspengar,
  2. sjúkradagpengar sambært løgtingslóg um dagpengar og barsilspengar,
  3. útbúgvingarstuðul sambært løgtingslóg um útbúgvingarstuðul,
  4. hægstu avlamispensjón sambært lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988 um avlamispensjón v.m. við seinni broytingum,
  5. miðal avlamispensjón av tí at viðkomandi er omanfyri 60 ár, men sum annars vildi fingið hægstu avlamispensjón sambært lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988 um avlamispensjón v.m. við seinni broytingum, ella
  6. fær samsýning fyri ansan av óhjálpnum heima sambært løgtingslóg um ansingarløn.
Stk. 6. Arbeiðsleys kunnu sambært § 14, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing fáa arbeiðsloysisstuðul uttan at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum í dagatal svarandi til teir dagar, persónur hevur rætt til frítíð eftir løgtingslóg um frítíð við løn. Treytirnar fyri hesum undantaki eru, at:
  1. Viðkomandi við minst 14 daga freist, ella eini styttri freist, um Arbeiðsloysisskipanin loyvir hesum, frammanundan skrivliga hevur boðað Arbeiðsloysisskipanini frá, nær frítíðin verður hildin,
  2. frítíðin verður hildin í samanhangandi dagar við tí dagatali, sum er nevnt um frítíðarskeið í løgtingslóg um frítíð við løn, og
  3. fráboðan sambært nr. 1 og 2 er Arbeiðsloysisskipanini í hendi áðrenn arbeiðstilboð verður sent frá Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 7. Arbeiðsleys kunnu, við loyvi frá Arbeiðsloysisskipanini, í styttri tíðarskeið fáa arbeiðsloysisstuðul uttan at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum í sambandi við útbúgvingarskeið ella líknandi. Við styttri tíðarskeið skilst í mesta lagi 3 mánaðir í hvørjum álmanakkaári.

§ 3. Arbeiðsførur er tann, sum uttan avmarkingar kann átaka sær eitt og hvørt fulldagsstarv, sum viðkomandi hevur fakligan førleika til. Avgerð um fakligan førleika verður tikin av Arbeiðsloysisskipanini ella tí arbeiðsgevara, sum gevur arbeiðstilboðið.
Stk. 2. Arbeiðsleys kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul uttan at vera arbeiðsfør sambært stk. 1, um avmarkingin í arbeiðsførleikanum verður staðfest við læknaváttan, ið lýkur treytirnar, sum Arbeiðsloysisskipanin ásetur.

Avgreiðsla av útgjaldi

§ 4. Arbeiðsloysisstuðulin verður sambært § 16 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing útgoldin fyri allar dagar í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum (dagar við útgjaldsrætti).

Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin eftir hvørt útgjaldsskeið ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 10 útgjaldsdagar.
Stk 3. Arbeiðsloysisstuðulin verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur tí arbeiðsleysa eftir hvørt útgjaldsskeið við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

§ 5. Áðrenn arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin, skal tann arbeiðsleysi lata inn ALS-kort til Arbeiðsloysisskipanina fyri tað útgjaldsskeið, sum viðvíkur arbeiðsloysisstuðlinum.
Stk. 2. ALS-kortið skal latast inn tann dag, sum er ásettur av Arbeiðsloysisskipanini. Um ALS-kortið ikki verður latið inn rættstundis, missir tann arbeiðsleysi arbeiðsloysisstuðulin tað talið av døgum við útgjaldsrætti, sum ALS-kortið er latið inn ov tíðliga ella ov seint, í tí útgjaldsskeiðnum, ALS-kortið viðvíkur.
Stk. 3. Á ALS-kortinum skal tann arbeiðsleysi, eftir nærri ásetingum frá Arbeiðsloysisskipanini, geva upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir eru neyðugar fyri at útgjalda arbeiðsloysisstuðulin, her uppií upplýsingar um arbeiddar tímar og vunna A-inntøku í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at rættleikin av upplýsingunum á ALS-kortinum skal váttast av tí ella teimum arbeiðsgevarum, sum tann arbeiðsleysi hevur arbeitt hjá í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 5. Tann arbeiðsleysi skal venda sær til Arbeiðsloysisskipanina ella annað stað, sum verður ávíst av Arbeiðsloysisskipanini, fyri at útvega sær ALS-kort. Arbeiðsloysisskipanin hevur møguleika at senda ALS-kort til tann arbeiðsleysa.
Stk. 6. Um Arbeiðsloysisskipanin hevur forprentað upplýsingar á ALS-kortið, t.d. um navn og bústað hjá tí arbeiðsleysa, ella um vunna inntøku í útgjaldsskeiðnum, hevur tann arbeiðsleysi skyldu at gera vart við møguligar skeivleikar í hesum upplýsingum.
Stk. 7. ALS-kort skal ikki latast inn fyri:
  1. Bíðidagar sambært § 17 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing,
  2. dagar, sum tann arbeiðsleysi missir rættin til arbeiðsloysisstuðul sambært §§ 18 og 19 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing,
  3. dagar, sum tann arbeiðsleysi heldur frí sambært § 2, stk. 6, ella
  4. dagar, sum tann arbeiðsleysi sleppur undan at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum sambært § 2, stk. 7.
Í serligum førum kann Arbeiðsloysisskipanin undantaka arbeiðsleysum, sum luttaka í førleikagevandi tiltøkum sambært § 25 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, at lata inn ALS-kort. Um arbeiðsleys sambært nr. 3 og 4 vinna A-inntøku sambært § 6, skal ALS-kort latast inn fyri tey skeið, A-inntøkan er vunnin. Sama er galdandi fyri tey, ið eru undantikin fyri at lata inn ALS-kort í sambandi við førleikagevandi tiltøk.
Stk. 8. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum geva loyvi til, at onnur skrivlig fráboðan verður nýtt í staðin fyri ALS-kortið.

Onnur inntøka

§ 6. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur eftir stk. 2 ella 3 við øllum øðrum A-inntøkum - íroknað frítíðarløn, undantikið arbeiðsloysisstuðlinum og A-inntøkum, sum eru undantiknar gjaldsskyldu sambært § 8 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum tann arbeiðsleysi vinnur í útgjaldsskeiðum, hann fær arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Onnur A-inntøka sambært stk. 1 verður umroknað til tímar, í hesi kunngerð nevndir arbeiðstímar, sum arbeiðsloysisstuðul ikki verður goldin fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í útgjaldsskeiðnum, býtt við eini upphædd, sum verður roknað soleiðis: Hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul sambært § 16, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing býtt við 8, faldað við 1,15.
Stk. 3. Um tíðarskeiðið, tann arbeiðsleysi hevur arbeitt í útgjaldsskeiðum, hann fær arbeiðsloysisstuðul, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 2, verður arbeiðsloysisstuðulin, í staðin fyri ásetingarnar eftir stk. 2, ikki goldin fyri arbeidda tíðarskeiðið.
Stk. 4. Um meira enn 25 % av arbeiðstímunum sambært stk. 2 ella 3 stava frá sama arbeiðsgevara og hetta arbeiðstímatal í fýra útgjaldsskeið á rað er meira enn 20 tímar í hvørjum útgjaldsskeiði, verður viðkomandi ikki roknaður sum tøkur á arbeiðsmarknaðinum og fær sostatt ongan arbeiðsloysisstuðul, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 1.
Stk. 5. Um tann arbeiðsleysi í fýra útgjaldsskeið á rað ongan arbeiðsloysisstuðul hevur fingið vegna reglurnar í stk. 2 og 3, verður viðkomandi ikki roknaður sum tøkur á arbeiðsmarknaðinum, og fær sostatt ongan arbeiðsloysisstuðul, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 1.

Frítíðarløn

§ 7. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn, sum tann arbeiðsleysi fær útgoldna í útgjaldsskeiðum.
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn sambært stk. 1 eftir somu reglum, sum arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við A-inntøkum sambært § 6.

Reglur annars

§ 8. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð um útgjald av arbeiðsloysisstuðli, dagfest 3. september 1997, við seinni broytingum.

Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 26. november 1999
Karin Kjølbro (sign.) formaður / Allan Skaalum (sign.)