Ert tú knýttur at fiskavirki í skipanini, hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul
Treytir
Tíðarbundin steðgur
Útrokningargrundalagið
FV-dagar (tíðarskeið)
Stuðulin
Mest loyvda dagatal
Umsóknarbløð
Útgjaldsdagar
FV-kortið
FV-dagar (tíðarskeið)

Árið er býtt sundur í útgjaldsskeið, og fyri hvørt skeið, tú hevur rætt til útgjald, skalt tú lata inn eitt FV-kort. Í hvørjum útgjaldsskeiði eru 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 8 útgjaldsdagar, 4 í hvørjari viku.


Minst til!
Minst til - í sambandi við útfyllan av FV-kortinum:

Set kross við ja, nei ella partvíst í teigunum 1a og 1b, og ja ella nei í teig 2 

Dagfest og undirskriva á forsíðuni 

Skriva møguligar arbeiðstímar hjá øðrum arbeiðsgevarum hvørja viku sær á baksíðuni 

Lønarinntøka íroknað frítíðarløn 

FV-kortið skal latast inn ein av FV-døgunum