Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Tínir førleikar
Hugsa øðrvísi
Arbeiðsmarknaðurin
Finn leys størv
Ger eitt gott CV
Miðvís umsókn
Sjálvboðin umsókn
Setanarsamrøða
Vegleiðingar
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari
Miðvís umsókn 

Endamálið við umsóknini er at sleppa til setanarsamrøðu. Umsóknin er tann fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí lønar tað seg at arbeiða við at skriva eina góða umsókn.

Vit mæla til, at tú førir starvslogg (Word-fíla) fyri at hava yvirlit yvir, hvørji størv, tú hevur søkt, og at tú regluliga brúkar heimasíðuna hjá ALS. Á heimasíðuni finnur tú vegleiðing og upplýsingar um at søkja starv.     

Tín umsókn í mun til leysa starvið

Umsóknin, sum tú skrivar, skal vera í beinleiðis samsvari við orðingarnar í starvslýsingini. Tí eigur tú at kunna teg væl um tað, sum stendur í starvslýsingini og fáa greiðu á, um tú lýkur tey krøv, sum verða sett til umsøkjararnar. Um tú gert eina greining av starvinum og brúkar eina uppskrift til hetta endamálið, hevur tú betri møguleika fyri at skriva eina umsókn, sum er skræddaraseymað og miðvís. 

 

Hvussu skrivar tú umsóknina?

 

  • Umsóknin skal fortelja arveiðgevaranum eitt sindur um teg og um, hví tú ert rætti persónurin til starvið. Umsóknin skal vera stutt og og greið. Tú eigur at leggja størstan dentin á, hví tú vilt hava hetta starvið, hví arbeiðsgevarin skal seta teg í starv, og hvørjar førleikar tú hevur at leggja afturat teimum, sum longu finnast í fyritøkuni.
  • Skriva eina nýggja umsókn til hvørt starv, tú søkir. Tað ber til at brúka tær somu orðingarnar osfr., men laga umsóknina til, hvørja ferð tú søkir nýtt starv.  
  • Umsóknin skal vera greið í bæði sniði og innihaldi, og eigur at vera í mesta lagi eina síðu til longdar.
  • Skriva einfalt og natúrliga og royn ikki at skriva nakað, sum er sjálvsagt.
  • Legg dent á tað, tú dugir, í staðin fyri at leggja dent á vantandi førleikar.
  • Bið onkran um at lesa umsóknina fyri at hyggja at, hvussu hon er skrivað og fyri at kanna, um nakrar stavivillur eru.
  • Tað er talið á umsóknum, sum tú skrivar og dygdin á teimum, sum gera av, um tú sleppur til setanarsamrøðu.

 Byrjan – skriva stutt um, hvaðani tú hevur upplýsingar um starvið

 Skriva hví tú hevur hug at fáa júst hetta starvið  

 

  • Skriva, hví tínir førleikar kunnu vera virðismiklir og hava stóran týdning fyri arbeiðsgevaran
  • Skriva, hussu tínir førleikar og tínar royndir lúka krøvini frá arbeiðsgevaranum
  • Skriva, hvat tú hevur avrikað higartil, og hvønn týdning hetta hevur fyri starvið
  • Skriva, hvørjar serligar royndir og eginleikar tú hevur

Endi – minst til at skriva, at tú fegin veitir fleiri upplýsingar, um tú fært høvið til tess, eitt nú til eina samrøðu

 

Hvat tú eigur at gera, áðrenn tú sendir umsókn og CV?

 

  • Les umsóknina. Er hon sannførandi?
  • Er CV-ið greitt og fullfíggjað?
  • Hevur tú syrgt fyri at fáa váttað prógv og váttanir, um hetta krevst?
  • Er brævbjálvin merktur soleiðis, sum ásett er í lýsingini?

Tá ið tú hevur sent umsókn og CV

 

  • Tað má bera til at fáa fatur á tær umvegis telefon
  • Kanna t-post og post ofta
  • Summir arbeiðsgevarar senda váttan um, at umsóknin er komin
  • Um tú einki hevur hoyrt, kanst tú seta teg í samband við arbeiðsgevaran umleið tvær vikur eftir umsóknarfreistina