Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Tínir førleikar
Hugsa øðrvísi
Arbeiðsmarknaðurin
Finn leys størv
Ger eitt gott CV
Uppseting
Prógv og váttanir
Tilvísingar
Miðvís umsókn
Setanarsamrøða
Vegleiðingar
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari
Ger eitt gott CV 

CV er ein stytting fyri Curriculum Vitae, sum merkir “ein stutt lýsing av egnari lívsgongd”, tað vil siga ein lýsing av, hvør tú ert, og hvat tú hevur gjørt. CV-ið skal vísa, hvørjar starvsroyndir og hvørja útbúgving tú hevur, og meira nágreiniliga hvat tú hevur gjørt og lært higartil.


Vit viðmæla, at tú gert ein starvslogg (Word-format) fyri at hava skil á, hvørji størv, tú hevur søkt, og at tú brúkar heimasíðuna hjá okkum regluliga. Her finnur tú eisini ráð og vegleiðing um at søkja starv. 

At gera eitt CV

Eitt CV skal altíð vera eitt ískoyti til sjálva umsóknina um starv, og CV-ið og umsóknin eiga at styðja hvørtannað. CV og umsókn um starv skulu sendast saman. Tað er týdningarmikið, at CV-ið er greitt skipað. 

Upplýsingar, sum skulu vera í einum CV:
  • Persónligar upplýsingar – navn, bústaður, teldupostur, telefon, fartelefon.
  • Útbúgving. Byrja við at skriva ta nýggjastu/seinastu útbúgvingina. Fak ella heiti á útbúgvingini skal vera við. Skriva, nær tú vart liðug/ur við útbúgvingina, og hvar tú vart undir útbúgving.
  • Starvsroyndir – byrja við at skriva ta nýggjastu/seinastu starvssetanina við starvsheiti. Upplýs eisini, nær tú arbeiddi har. Tú kanst eisini heilt stutt skriva, hvørjar arbeiðsuppgávur tú hevði.
  • Viðkomandi skeið – verða sett upp á sama hátt sum starvsroyndir.
  • Viðkomandi prógv.

Upplýsingar, sum vanliga eru við í einum CV, men sum ikki altíð eru neyðugar:

 

  • Føðingarár og føðiland
  • Hjúnastøða og børn
  • Týdningarmiklir førleikar og persónligir eginleikar – ein lýsing, sum skjótt skal geva arbeiðsgevaranum eina mynd av, hvør tú ert. Her nevnir tú í stuttum orðingum tínar mest viðkomandi royndir og persónligu eginleikar.
  • Frítíðarítriv – minst til, at móttakarin skal fáa ta fatan av tær sum persóni, at tú fert at rigga í arbeiðsumhvørvinum.
  • Málkunnleikar – hvørji mál dugir tú og hvussu væl? Bæði munnliga og skrivliga
  • Telduførleikar
  • Royndir við verkætlanum
  • Tilvísingar
  • Annað – sum kann vísa, at tú ert sinnað/ur at taka ábyrgd, og ert útvend/ur. Upplýs um ymisk áitisstørv frá skúlanum, útbúgvingini, ítrótti, eigarafelagi osfr, sum tú heldur vera viðkomandi fyri starvið, tú søkir.

Neyðugt er at meta um, hvørjar upplýsingar eiga at vera tiknar við í mun til hvørja einstøku starvsumsókn. Tað, ið er viðkomandi fyri eitt starv, er ikki altíð eins viðkomandi fyri eitt annað starv.