Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Tínir førleikar
Hugsa øðrvísi
Arbeiðsmarknaðurin
Finn leys størv
Ger eitt gott CV
Miðvís umsókn
Setanarsamrøða
Vegleiðingar
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari
Soleiðis finnur tú tey leysu størvini 

Tú skalt út at søkja starv og veitst ikki heilt, hvar tú skalt byrja. Hvar eru tey leysu størvini? Ofta eru størvini har, men hvussu finnur tú tey? Tað vísir seg, at so mikið sum 60 prosent av øllum størvum ongantíð verða lýst leys alment.


Vit mæla til, at tú hevur starvslogg (word-skjal) fyri at halda skil á, hvørji størv tú hevur søkt, og at tú regluliga brúkar heimasíðuna hjá ALS. Her finnur tú eisini ráð og vegleiðing um at søkja starv.


Hvussu finnur tú tað leysa starvið?

  • Á starv.fo finnur tú eitt dagført yvirlit yvir leys størv.
  • Tað eru nógvir aðrir dátugrunnar á internetinum, har tú finnur leys størv. Ger títt egna yvirlit yvir dátugrunnar, sum hóska best til tín.
  • Far og hitt arbeiðsgevarar beinleiðis, hóast teirra fyritøka ikki hevur lýst við nøkrum leysum starvi.
  • Hygg í dagbløð og tíðarrit.
  • Hygg á heimasíður hjá fyritøkum og virkjum.
  • Brúka øll tíni netverk.
  • Set teg í samband við vikarskrivstovur
  • Brúka gulu síður til at finna góð yvirlit yvir vinnugreinir og øki
  • Luttak á starvsstevnum
Hvussu finna arbeiðsgevararnir teg?
Skráset teg við CV og førleika-profili á starv.fo, soleiðis at arbeiðsgevarar kunnu seta seg beinleiðis í samband við teg. Tú kanst gera títt CV sjónligt fyri arbeiðsgevarum, sum ikki hava annað tilknýti til starv.fo. Við at brúka starv.fo fært tú atgongd til síðuna: Mítt CV. Hetta er tín persónliga síða, har tú eitt nú kanst dagføra títt CV, fáa áheitanir frá arbeiðsgevarum og skráseta teg at fáa nýggjar lýsingar eftir starvsfólki. Bert skrásettir og góðkendir arbeiðsgevarar hava atgongd til hendan dátugrunnin.

  • Einstakir aðrir dátugrunnar við størvum geva eisini møguleika at leggja CV út.
  • Send eina sjálvbodna umsókn til arbeiðsgevara
  • Vend tær beinleiðis til arbeiðsgevarar og spyr um starv.
  • Fortel øllum, tú kennir og tínum netverkum, at tú leitar eftir starvi.
  • Søk størv, sum eru lýst leys.

Fá tær arbeiði sum avloysari
Góðar orsøkir til at arbeiða sum avloysari:

  • Tú fært arbeiðsroyndir og kanst royna tíni áhugamál og tínar førleikar.
  • Tey, sum eru í starvi, fáa lættari nýtt starv.
  • Tað finnast nógv fleiri fyribils størv enn føst størv.
  • Eitt avloysarastarv kann hava við sær eitt fast starv.

Starv uttanlands
Starv uttanlands kann vera ein møguleiki.

 Á eures.dk fært tú vegleiðing og ráð um at søkja starv uttanlands.

Einans 40 prosent av øllum leysum størvum verða lýst leys
Kanningar vísa, at 60 prosent av øllum leysum størvum ongantíð verða lýst leys. Hetta merkir, at arbeiðsgevarar seta nýggj starvsfólk, uttan at upplýsingar um leysa starvið hava verið lýstar alment.

  • Vanligt er, at arbeiðsgevarar finna starvsfólk umvegis netverk ella gjøgnum kenningar.
  • Tað er eisini rættiliga vanligt, at fyritøkurnar seta arbeiðssøkjandi, sum sjálvi hava sett seg í samband við fyritøkuna.
  • Starvsfólk verða eisini javnan funnin innanhýsis í fyritøkuni.
  • Arbeiðsgevarar brúka lutfalsliga sjálvan CV-dátugrunnar á internetinum fyri at finna starvsfólk.
  • Tá ið størv verða lýst leys, er aloftast talan um størv innan tað almenna, størv, sum krevja hægri útbúgving, ella er talan um langtíðar starvssetanir.

Hetta kanst tú sjálv/ur gera
Skráseta títt CV á starv.fo.

Málrættað umsókn
Skriva eina málrættaða umsókn