Um tú leitar eftir arbeiði, kunnu vit svara tínum spurningum og ráðgeva tær
Arbeiðssøkjandi
Arbeiðstilboð
Slóðir
Mest spurdu spurningar
Góð ráð
Tínir førleikar
Hugsa øðrvísi
Arbeiðsmarknaðurin
Finn leys størv
Ger eitt gott CV
Miðvís umsókn
Setanarsamrøða
Vegleiðingar
Skeið
Summarstarv
Starvsvenjing
Átøk
Arbeiðsgevari
Kunna teg um arbeiðsmarknaðin 

At kunna seg um arbeiðsmarknaðin kann vera torført, serliga um tað er fyrstu ferð, tú søkir starv.


Nakað av tí týdningarmesta tú sum arbeiðssøkjandi kann gera, er at kortleggja arbeiðsmarknaðin og tínar møguleikar fyri at fáa starv í mun til:

 

  • leys størv í nærumhvørvinum
  • leys størv í øllum landinum
  • leys størv uttanlands
  • um nógv arbeiðssøkjandi eru, sum søkja sama slag av starvi
  • rák á arbeiðsmarknaðinum. Søkir tú starv á einum starvsøki, sum frameftir fær øktan ella minni tørv á arbeiðsmegi?
  • hvørji starvsøki hava størstan tørvin á fólki í løtuni?

Tøkur í øllum landinum

Um tú móttekur arbeiðsloysisstuðul, skalt tú verða tøk/ur til eitt og hvørt arbeiði, sum tú hevur fakligan førleika til, allastaðni í Føroyum.

Ávísir ALS tær eitt arbeiði í Sumba, sum júst krevur tínar førleikar, ja so skalt tú vera fús/ur at fara til arbeiðis har, sjálvt um tú býrt í Havn - ella øvugt.

ALS roynir tó altíð fyrst at finna persónar við ávísu førleikunum í økinum har arbeiðið er, men kann ALS ikki vísa á persón í økinum, so verður leitað aðrastaðni.